Í morgin eru liðin 125 ár síðani, at fyrsta eintakið av Dimmalætting kom út. Hóast almenni dagurin ikki var fyrr enn 5. januar í 1878, so varð fyrsta royndarprentið av Dimmalætting dagfest 8. desember 1877.
Innihaldið í royndarblaðnum er fyri tað mesta eitt yvirlit yvir partaeigararnar. Teknað vóru 111 partabrøv, sum ljóðaðu upp á 50 krónur hvørt.
Ein av uppmøttu partaeigarunum á stovnandi aðalfundinum var tann máláhugaði V. U. Hammershaimb, prestur, og tað sigst, at tað var hann, sum kom við uppskotinum til hjáheitið »Dimmalætting«. Blaðið æt annars »Amtstidende for Færøerne«.
Seinni vórðu nøvnini býtt um, soleiðis at »Dimmalætting« gjørdist høvuðsnavnið, meðan »Amtstidende for Færøerne« gjørdist undirheitið. Tá blaðið fylti 100 ár, varð danska undirheitið slept.
Tað eru framvegis nógvir smáir partaeigarar í Dimmalætting, men Samuelsen-familjan hevur í nógv ár átt meiriltutan.
Høvuðspartaeigarar í Dimmalætting í dag eru Lisbeth L. Petersen, Beate L. Samuelsen og Peter F. Christiansen.