Diskotek fyri 15 ár og eldri

So hava tey, sum eru 15 ár og eldri fingið ein møguleika at sleppa í diskotek í Havnini.

 

Tað er nevniliga soleiðis, at Deep í næstum verður karmur um diskotek fyri tey ungu.

 

Nógv hevur verið tosað um, at tey, sum eru yngri enn 18 ár, ikki hava møguleika at fara í dans.

 

Men fríggjakvøldið verður so dansur ella dj-show í Deep.

 

Tað er fyrstu ferð, at eitt slíkt tiltak verður í Deep, og tað verður í hesum sambandi gjørt nógv burturúr.

 

Tað verður nevniliga ljós, royk og lasershow umframt dj-show hetta kvøldið.

 

Atgongumerki kunnu keypast í forsølu í Baresso í SMS, og við dyrnar frá kl. 23.30.

 

Og boðað verður eisini frá, at bussar koyra kring landið í hesum sambandi.

 

Fyrireikarar boða frá, at verður undirtøkan nóg góð, so verður hetta eitt afturvendandi tiltak eitt fast fríggjakvøld um mánaðin.