Sjálvt um vit í dag skriva 1999, so kenst tað sum vit ferðast uttan fyri lóg og rætt her uppi á villini víddum á Ternuryggi. So Gud í himmalinum veit, hvat fólk hava hugsað, tá ið hann flutti niðan her í 1975. Hugsið hart, so myndamaðurin hoyrir, at tá hevur hetta verið úti í haganum.
Síggi, at verturin er á veg út í móti okkum, so eg endurtaki setningin.
- Tey hildu mje vera øran ...
Vit hava fingið loyvi til at støkka inn á gólvið hjá Petur Nolsø, sum millum manna best er kendur sum sølumaður, tí tað er hansara dagliga yrki. Men tað er nú ikki orsøkin til vitjanina.
Tað eru djórini hann hevur, sum eru orsøkin. Á trøðni, sum er 10.000 fermetrar, hevur hann eina so ótrúliga rúgvu av øllum møguligum fuglasløgum. Harafturat hevur hann eisini tveir hestar gangandi, og vit fáa alt fyri eitt eina kenslu av, at vit eru farin eina ferð í ein djóragarð onkustaðni í útlandinum.
Vit eru á ferð í einum djóragarði, men vit eru ikki í útlandinum. Vit eru á Ternuryggi í Havn.
Fyri at gera tað greitt beinanvegin, so hava djórini tað einastandandi gott á trøðni hjá Peturi. Umframt, at hann hevur bygt teimum eitt hús at vera í, so hevur hann eisini gjørt fuglunum eina tjørn at spæla í, og fuglarnir stórtrívast. Teir smæðast ikki bara tí at ein vilstur skálamaður og ein havnarmaður eru komnir á vitjan.
Tað er nú kortini ikki so løgið, tí teir eru vanir við slíkt.
Barnagarðarnir vitja ofta
Petur Nolsø smílist, tá vit spyrja hann um barnagarðarnar.
- Jú, teir koma allastaðni frá. Úr Miðvági, Sumba, av Argjum og úr Havn. Aðrastaðni eisini. Børnunum dámar væl at síggja fuglarnar, og tey plaga at sita eina løtu og njóta umhvørvið, sigur hann.
Hann greiðir frá, at hann hevur ikki gjørt nakað fyri at kunna nakran um tað, men heldur, at tey hava frætt um fuglarnar, frá onkrum sum hevur verið á vitjan.
- Tá tey eru farin túr, so hava tey lagt leiðina her framvið, smílist Petur, sum ikki hevur nakað ímóti smáu gestunum.
- So plaga tey at sita uppi í bakkanum og eta. Uppi í brekkuni ber til at sita og hyggja oman yvir garðin, meðan maturin verður etin, og tað dámar teimum, sigur Petur og peikar niðan í brekkuna.
Tá vit hava gingið eina løtu í garðinum skilja vit væl, at børnum dámar væl at vitja Petur, tí hetta má vera forkunnugt hjá teimum smáu. Fuglar, sum eingin hugsar um kunnu liva í Føroyum, eru her, og teir síggja út til at njóta lívið, sigur ?djórapassarin?.
Brúkar hvønn leygardag
til djórini
Men hvussu fær ein maður, sum ferðast land og ríki runt sum sølumaður, tíð til at ansa øllum djórunum. Krevur tað ikki ótrúliga nógva tíð?
- Jú, tað ger tað sjálvsagt. Vanligar dagar gevi eg teimum um morgunin og um kvøldið, tí eg havi ikki stundir til so nógv meir, men so brúki eg eisini hvønn tann einasta leygardag til djórini, sigur Petur Nolsø.
Men hvaðani kemur áhugin fyri djórum?
- Eg eri bygdamaður, ella rættari, eg eri úr Vági og vit hava altíð havt djór í familjuni. Tí hevur tað verið natúrligt at fáa mær djór, sigur Petur Nolsø, sum er reiðmaður burturav.
Hann hevur ikki færri enn átta hestar, hóast bert tveir standa á trøðni.
- Mær hevur altíð dámt so væl ross, og tað fyrsta eg gjørdi, tá eg flutti til Havnar, var at fáa mær ross, sigur hann og staðfestir, at hann hevur havt ross í næstan tríati ár.
Men fulgarnir, nær koma teir inn í myndina?
- Tað er komið soleiðis ?hen ad vejen?. Eitt sindur í senn, sigur hann smílandi, men sigur samstundis, at hann fekk sína fyrstu dúgvu sum 10 ára gamal drongur í Vági
Moskus hvat?
Sløgini eru nógv. Tygara útsendi, sum so dánt dugur at skilja ein seyð frá einum neyti, sær hóast alt, at tað eru nógv ymisk fuglasløg í garðinum.
Dvørghønurnar hava vit hoyrt um, dunnurnar við, men meðan hann gevur teimum, kemur ein teirra spelandi.
- Hatta er ein loypidunna, sigur hann og greiðir frá, at hon á donskum kallast ?løbeand?, so umsett til ?norðanmál? eitur hon kanska ein rennidunna!
- Og hatta er ein moskusdunna ..., sigur Petur og peikar á eitt, sum mín sann hevur dunnuskap, men sum er meira greflig í tí.
Hetta er nú fyrsta ferðin at tygara útsendi hevur hoyrt hatta navnið, so kom ikki og sig, at ein ikki lærir av at vera blaðmaður ... Moskusoksan hevði eg hoyrt um, men ikki dunnuna.
Íalt ganga einir 200 fuglar runt á stykkinum hjá Peturi Nolsø og hóast hann ikki hevur talið í høvdinum, so heldur hann sjálvur, at tað munnu vera eini 20 til 25 ymisk fulgasløg á trøðni. Tað er ikki so lítið.
Páfulgar, fasanar og kalkunir
Sum vera man, so hevur Petur eisini fingið fatur á meira ?vanligum? fuglum. Tí sært tú eisini føroyskar gæs, føroyskar dunnur og annað gott ganga á stykkinum. Tað er alt meira heimligt, um vit kunnu siga tað so.
Men tað gongur bert stutt løta, so kemur eitt stórt eitt gangandi. Mín sann, tað er ein kalkun, sum kemur spankulárandi. Petur hevur koyrt hana á dyr, tí nú fer hann at geva fuglunum, og hon skal eins og hini kríartúrini eisini hava okkurt í nevið.
Petur greiðir okkum frá, at hann hevur seks vaksnar kalkunir. Hesar hava nú fingið ungar, so jóladøgurðin er bjargaður.
Selir tú so burtur av?
- Nei, ikki ein fuglur verður seldur. Tað verður brúkt her tað heila. Familja fær burturav, treyðugt so, men tað verður einki selt, sigur Petur Nolsø, sum eisini greiðir frá, at hann júst hevur ruddað út í dúgvumeinginum.
- Tær liggja nú í boksini klárar at eta, sigur Petur og tað er jú tann náttúrliga gongdin.
Hvør av øðrum liva má
Annars er hann ikki so lítið stoltur, tá hann sigur okkum um páfuglin, sum er føroyingur burturav.
- Allir páfulgarnir, sum eru her nú, eru ?føroyingar?. Hasin er føddur ímillum trøini, sigur hann og peikar á ein spelkan ?unga?. Petur leggur afturat, at tað er rættiliga óvanligt, at páfuglarnir leggja millum trøini.
- Tað kenna tey einki til aðrastaðni, leggur hann afturat við einum smíli.
Beint við henda unga páfuglin er eitt búr, har tríggir fasanar sita. Tveir vanligir og so ein ?silvurfasanur?. Hann er ótrúliga flottur at síggja, tí hann hevur so nógvar litir. Men hann er eitt sindur villur í sær, sigur eigarin.
- Eg hevði ein annan. Hann bleiv fastur í netinum, og ístaðin fyri at bíða, so rykti og skrikti hann so, at beinini skrædnaðu av, sigur Petur, sum leggur afturat, at hann avlívaði hann beinanvegin.
Fuglar í stivlum
Sum vera man, tá so nógvir fulgar eru savnaðir á einum stað, so er onkur, sum brýtur nógv frá tí, sum vit vanliga kenna í Føroyum. Millum teir fuglarnar er ein hani, sum ?fresar? runt á stykkinum. Haldi ikki honum hóvar, at vit koma ov nær, og tí ger hann skjótt av og sleppur sær um hornið. Í tí hann fer síggi eg, at tað sær út, sum er hann í stivlum, og eyguni fylgja hesum skemtiliga fugli ...
Løtu seinni vísir Petur okkum inn í húsið, sum stendur mitt á stykkinum. Har inni halda hestarnir til, tá veðrið ikki er til, at teir standa uttanfyri. Men har er eisini eitt býli til dúgvurnar og har inni er eisini ein dúgva í stivlum. Stuttligt sær tað út, men dúgvunum dámar einki, at Álvur kemur ov nær við linsuni á fototólinum, so tað verður ein flaksan innanfyri.
Í einum øðrum búri sita nakrar aðrar dúgvur og við eitt hevur Petur tikið eina út, sum hann kallar fyri højstjært dúgvuna, og hon er ótrúliga vøkur at síggja til.
Altíð verið djór á trøðni
Sum sagt, so hildu fólk Petur vera øran í høvdinum, tá hann fór niðan á Ternurygg at búgva. Men tað metir hann lítið í mun til tað, sum gamli eigarin av húsunum, hevur verið úti fyri.
- Tá hann bygdi, mugu tey hava hildið hann verið svakan, sigur Petur og flennir.
Hann keypti húsini frá Otto Bech og gamla eigaranum dámdi væl at hava djór.
- Men hevði hann vitað, at eg skuldi hava ross her, so veit eg ikki um eg hevði fingið húsið, sigur Petur og flennir.
Hann hevði annars fingið klørnar í eitt grundstykki úti á Frælsinum stutt eftir, at hann var komin til Havnar. Tað stykkið seldi hann, og ístaðin keypti hann ?djóragarðin? á Ternuryggi. Tað gerðina er hann ótrúliga glaður fyri í dag, tí hann hevur tað sum blomman í egginum, har hann er nú.
- Her er einastandandi gott at vera, sigur Petur og hann hevur ongar trupulleikar yvirhøvur við at fáa okkum báðar at trúgva tí hann sigur. Hann býr jú í býnum, men kortini í haganum. Beint niðanfyri er býarlívið og tað er tað eisini norðanfyri har útstykkingin Millum Gilja er. Kortini er hús hansara so langt frá, at tað er so púra friðarligt at ganga á trøðni.
Men tað er uttan iva nakað av tí, hann hevur leitað eftir, tá hann keypti á Ternuryggi heldur enn at byggja á Frælsinum. Her uppi valdar friður. Heimagjørdur friður, sum hann sjálvur hevur skapt hann. Við djórum í garðinum, sum annars er fullur av trøum. Hann hevur eisini brúk fyri friðinum, tí tað hann tekst við krevur, at hann arbeiðir nógv.
Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað at vera sølumaður. Tað krevur nógv av einum. Nógv arbeiði - og nógvan frið. Og friðin fær hann heima í djóragarðinum á Ternuryggi.
So langt úti, at vit næstan kunnu kalla tað uttan fyri lóg og rætt.