Djokovic vann í París

Novak Djokovic vann í dag ATP masters 1000 kappingina í París við einum sigri á Daniil Medvedev í finaluni.

Novak Djokovic vann í dag ATP masters 1000 kappingina í París við einum sigri á Daniil Medvedev í finaluni. Tað var russiski Medvedev, ið vann á Djokovic í US Open finaluni fyrr í ár, og tískil hevði serbiska kanónin nógv at hevna í dag.

 

 

 

Tað bleiv ein finala millum tveir av heimsins bestu tennisspælarum, ið báðir praktisera ein spælistíl við nógvum sløgum mitt fyri, og har spælt verður uppá orkuna hjá hinum. Medvedev hevur munin, tá ið talan er um hædd, og tískil eisini harðari servar. Djokovic servaði tó øgiliga væl í dag, og er ongin ivi um, at hann er nummar eitt á styrkislistanum av eini orsøk – og harafturat tann, ið hevur verið nummar eitt flest ársskiftir í tennissøguni.

 

 

 

Medvedev vann fyrsta sett 6-4. Tað var eftir at teir báðir høvdu brotið servina hvør hjá øðrum eina ferð í part, at Medvedev aftur megnaði at bróta servina hjá Novaki Djokovic. Støðan bleiv tá 4-3, og Medvedev servaði settið heim. Djokovic setti leikferðina upp í næsta settið, og tað var týðiligt, at Medvedev varð raktur av langdrigna spælistílinum hjá serbisku stjørnuni. Settið endaði 6-3 til Djokovic, eftir at hann breyt servina hjá Medvedev til 3-1. Triðja settið var ein endurtakan av tí seinna – Djokovic hótti Medvedev, og sat mann við eini kenslu av, at serbin fór at standa eftir sum vinnari. Tað gekk ikki long tíð, so var støðan 5-2. Djokovic hevði møguleikan at serva seg til steypið, men rótaði fyrsta møguleikan burtur. Medvedev megnaði tó ikki økja um trýstið, og var hann serva hansara sligin hart aftur ferð eftir ferð í seinasta tvídysti teirra hetta árið, har Djokovic vann finaluna 2-0 í settum (4-6, 6-3, 6-3).