Djóradagar í Havnardali byrja í dag

Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag byrja í dag klokkan 14

Tiltakið er í Havnardali og er vanliga sera væl vitjað.

 

Reiðfólkini hava riggað til alla vikuna, og nú teir siga ivaveður seinnapartin, hava tey lagt dent á at fáa innandura karmarnar góðar. 

 

– Nýútbygda felagsúsið er stásiligt, og har er dekkað upp til kaffi og annað. Eisini reiðhøllin, ið er heili 60x26 metrar, er gjørd út til at taka móti fólki, siga fyriskipararnir úr Føroya Ríðingarfelag.

 

Tey flestu djórini eru eisini undir takið, so eingin noyðist at sita heima, um regnið skuldi komið. 

 

Djóradagar enda í dag klokkan 18, men halda so fram aftur í morgin sunnudag frá klokkan 14 til 18.