Djórahandilin verður nú lýstur til sølu 

Eftir nærum 28 árum við at reka og seinni at eiga Djórahandilin, hevur Sune Berglind nú gjørt av at lýsa Djórahandilin til sølu.

 

Sune Berglind hevur síðan 2013 verið eigari av Sp/f Berglind, sum eigur Djórahandilin og handilin Útirok, sum halda til í bygninginum hjá Posta á Óðinshædd í Havn.  

Vit skulu munandi longur aftur í tíðina fyri at lýsa søguna hjá Djórahandlinum. Sune Berglind er nærum vaksin upp í Djórahandlinum, sum tá hevði navnið Akvariubúðin og helt til við R.C. Effersøesgøtu í Havn. 

Tað var Flemming Berglind, pápi Suna, sum í 1994 keypti Akvariubúðina, og hevur Sune verið ein fastur partur av Djórahandlinum, sum handilin eitur í dag.

 

Nútímans handil

Tað hevur gingið alsamt framá við Djórahandlinum øll árini, og er handilin í dag størsti handil av sínum slag. 

Djórahandilin selur alt frá fóðri og útgerð til húsdjór til eisini at selja livandi djór so sum akvariufiskar, froskar, skjalbøkur, hamstarar v.m. 

- Sera nógvir føroyingar hava húsdjór, og vit ynskja - umframt at selja - eisini at veita okkara kundum eina góða ráðgeving og tænastu, sigur Sune Berglind. 

Djórahandilin selur kring allar Føroyar og hevur eisini eina vælvirkandi netsølu á www.djor.fo, har vøra kann keypast og leverast innan 24 tímar kring allar Føroyar. 

- Sølan um nethandilin er í góðum vøkstri, og skipanin virkar væl, sigur Sune Berglind.

 

##med2##

 

Nýggjar avbjóðingar

Eftir nærum 28 árum at reka og seinni at eiga Djórahandilin, hevur Sune Berglind nú gjørt av at lýsa Djórahandilin til sølu. 

- Eg havi gjørt av at selja Djórahandilin, tí eg ætli mær at royna nýggjar leiðir, eftir at hava verið partur av handlinum í so mong ár. 

Sune Berglind sigur, at hetta er ikki tí, at tað ikki gongur væl, tí tað hevur í veruleikanum ongantíð gingið so væl sum seinastu 2-3 árini. 

- Sølan er nógv vaksin, og handilin er í dag ein góður og væl uppbygdur handil, sum ein komandi eigari kann njóta gott av. 

Djórahandilin verður seldur, um nøktandi boð fæst. 

 

Rekur Útirok víðari

Sune Berglind eigur eisini handilin Útirok, sum hann rekur víðari. Hann hevur átt og rikið Útirok síðan tíðliga í 2020. 

Handilin selur frítíðarútgerð og klæðir til alt útilív – alt frá vátdráktum til hágóðsku klæðir, skógvar og útgerð, sum bæði føroyingar og útlendsk ferðafólk hava tikið væl ímóti seinastu árini.  

Hann er ikki avvísandi fyri, at handilin Útirok eisini kann verða seldur, um rætti keyparin kemur, men fyribils ynskir Sune at selja Djórahandilin og leggja sína orku í Útirok.

Tað er ráðgevingarfyritøkan Nira, sum vegna Suna Berglind selur Djórahandilin.

 

##med3##