Danska veðurstovan DMI væntar, at veðrið verður gott í dag. Tað verður turt, og møguleiki fyri fyri sól eisini.
DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av útsynningi og suðri. Fyri tað mesta turt og skýggjað, men eisini møguleiki fyri sól. Í nátt verður mjørki nógva staðni. Hitin verður millum 9 og 14 stig.
Sunnudagin vera 3-8 m/s av útsynningi. Samdrigið og regn ella ælaveður, í støðum møguleiki fyri sól. Um náttina norðan. Hitin verður millum 9 og 14 stig.