Ódnarveður í Íslandi

Tað var av ringasta veðri á Suðurlandinum og Vesturlandinum í Íslandi í gjárkvøldið. Líka frá Vestmannaoyggjunum norður á Patreksfjørðin á Vestfirðum vóru boð eftir bjargingarfólki.

Veðurstøðirnar máldu upp í 50 metrar um sekundið í hvirlunum, men løgreglan sigur fyri fjølmiðlunum, at fólk høvdu fyrireikað seg til ódnarveðrið, og tí hendu ikki teir stóru skaðarnir.

Onkunstaðni fór streymurin, onkur tekja fór, og í Vestmannaoyggjunum mátti strandfaraskipið Herjólvur fáa hjálp frá einum sleipibáti til at sleppa at bryggjuni.