Dømdur fyri at neyðtaka tvær gentur

Hevði hann verið dømdur eftir nýggju reglunum, hevði revsingin verið harðari

Í gjár varð ein 25 ára gamal maður dømdur í Føroya Rætti fyri at hava neyðtikið tvær gentur. Føroya Rættur dømdi mannin at sita í fongsli í eitt ár og átta mánaðir. Løgreglan upplýsir í morgun, at maðurin var ákærdur fyri at hava neyðtikið genturnar við at brúka harðskap ímóti teimum.

 

Neyðtøkurnar vóru framdar í 2018 og 2019. Í báðum førum vóru neyðtøkurnar meldaðar til politiið, tá ið ein tíð var fráliðin, síðan brotið var framt. Ákæra varð reist eftir lógarreglunum, sum var galdandi, tá brotini fóru framd. Av tí sama er revsingin eisini ásett eftir áður reglunum, sum vóru galdandi tá og ikki eftir nýggju reglunum um samtykki, sum kom í gildi 1. juni í ár, - og sum eisini hevur harðari revsing við sær.

 

Maðurin góðtók ikki dómin og skeyt hann inn fyri landsrættin