Dómararnir hava ikki verið blíðir við okkum

KÍ venjarin vónar, at FSF fer at taka tað upp í rætta høpinum, at føroysku liðini hava verið burturdømd í europeisku kappingunum í summar

KÍ venjarin Mikkjal Thomassen er saman við spælarunum ógvuliga vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna seg eitt stig víðari í europeisku kappingini og harvið tvær tær næstu vikurnar at kappast um at sleppa í europeiska bólkaspælið.

 

-Nú mugu vit reisa okkum, so vit vera væl fyri at kappast í landskappingini og steypakappingini. Spælararnir eru so mikið professionellir, at tað fara teir at megna, men tað vera nakrir dagar, áðrenn vit koma fyri okkum aftur, tí vit eru ógvuliga vónbrotnir. Vit hava verið heilt tætt við at senda norska meistaraliðið úr Champions League, og nú vóru vit um reppið at senda meistararnar úr Kosovo úr Europa Conference League kappingini. Í báðum førum vóru tað marginalir, ið vóru avgerandi, og tá eru tað smáir lutir, ið avgera, hvønn veg tað koppar, sigur Mikkjal Thomassen, og hann heldur fram:

 

-Fyrr í summar hava vit upplivað, at dómararnir hava verið kvikir at dømt brotsspørk ímóti okkum, sum bæði vit og onnur ikki halda høvdu nakað við brotsspark at gera. Eg tosaði við venjaran hjá Bodø/Glimt um hetta, at smáu feløgini fáa einki í europeisku kappingunum frá dómarunum, sum eru skjótir at bríksla favorittunum til fyrimunar, og soleiðis kendu vit tað eisini at vera í kvøld. Eg dugi ikki at siga, um bólturin var innanfyri strikuna, tá ið Páll A. Klettskarð royndi seg og bólturin brast í tvørtræið og so niður í vøllin, men við kunnu bara staðfesta, at tað sær út til at vera ógvuliga tungt hjá smáum feløgum í Europa. Vit takka áskoðarunum fyri stuðulin, og avrikini og úrslitini siga, at tað skal so lítið til aftrat, áðrenn vit fara at røkka bólkaspælinum, sum vit fara at vinna okkum í um ikki so langa tíð, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen, eftir at KÍ í brotssparkskapping er varpað úr Europa á hesum sinni.

 

Nú snýr tað seg hjá KÍ um heimligu kappingina. Fyrsti landskappingardysturin verður sunnudagin klokkan 15, tá ið KÍ fer at spæla á útivølli ímóti AB.

 

-

 

KÍ – Ballkani Kosovo 2-1 (0-0) 7-8 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping

 

Europa Conference League

 

Hósdagin 11. august 2022 kl. 19.00 á Tórsvølli

 

1-0: Mads Bo Mikkelsen 55.

 

1-1: Ermal Krasniqi 82.

 

2-1: Patrick Da Silva 89.

 

Brotssparkskapping

 

1-0: Jóannes Bjartalíð

 

1-1: Armend Thaci

 

1-1: Anders Sølvsten Holvad málverjin bjargar

 

1-2: Lumbardh Dellova

 

2-2: Óli Eyðsteinsson Poulsen

 

2-3: Nazmi Gripshi

 

2-3: Jóannes Kalsø Danielsen - framúr málmansbjarging

 

2-3: Qendrim Zypa - bólturin verður sendur væl omanfyri málið

 

3-3: Jákup B. Andreasen

 

3-4: Lindon Emerllahu

 

Ballkani er samantaldur vinnari við 8-7 eftir brossparkskapping

 

 

 

Dómarabólkur úr Georgia: Goga Kikacheishvili, Davit Gabisonia, David Chigogidze og

 

Irakli Kvirikashvili (4. dómari)

 

1666 áskoðarar

 

KÍ: Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen (Jóannes K. Danielsen, 86.), Deni Pavlovic (Børge Petersen, 111.), Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Claes Philip Broberg (Anders Sølvsten Holvard, 86.), Mads Bo Mikkelsen (Valerijs Sabala, 106.), Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg (Óli Eyðstinsson Poulsen, 116.), Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Meinhardt P. Joensen, Géza Túri, Dmytro Lytvyn, Jesper Brinck, Jonn Johannesen, Dávid B. Andreasen

 

Gult kort: Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen