Dómaragøla í Afrika

AFCON: Ein dómaragøla hevur sett sín dám á afrikanska meistaraheitið, sum er í Kamerun

Mynd: (Scanpix)

Í vikuni byrjaði afrikanska meistaraheitið í manslandsliðsfótbólti, sum er í Kamerun hesaferð. Fleiri dystir eru væl avgreiddir við góðum fótbóltsspæli og góðum málum, men í gjár hendi ein dómaragøla, sum hevur sett sín dám á kappingina.

 

Í dystinum millum Mail og Tunesia bríkslaði dómarin dystin av, tá klokkan vísti 85 minuttir. Tá var støðan 1-0 til Mail og bonkurin hjá Tunesia var í øðini, tí tað restaðu fimm minuttir, umframt eykatíð.

 

Eftir ein steðg setti dómarin, Janny Sikazwe úr Sambia, dystin í gongd aftur, men bríkslaði av tá klokkan vísti 89 minuttir og 43 sekund. Aftur var øði millum spælarar og venjarar hjá Tunesia, sum noktaðu at koma aftur á vøllin, tá dysturin skuldi setast í gongd fyri triðju ferð.

 

Mail vann dystin 1-0, men støðan hevur vakt ans í ítróttarpressuni. Millum annað gav Janny Sikazwe eisini eitt reytt kort í teimum fýra minuttunum millum 85 og 89. Hartil brendi Tunesia eisini brotsspark í seinna hálvleiki.

 

Janny Sikazwe hevur fyrr verið undir illgruna fyri avtalað spæl, men altjóða ítróttarmiðlar skriva, at helst er talan um ein misskiljing frá Janny Sikazwe. Tað skal vera komið óskil á, tá hann steðgaði spælinum orsaka av einum vatnstegði.

 

Hartil verður sagt, at helst hevur Janny Sikazwe skilt tað so, at tað var tíðin, sum hann hevði lagt afturat, sum skuldi spælast. Her var talan um fýra minuttir, og tí bríkslaði hann av, tá spælið hevði verið í gongd í fýra minuttir.

 

Mynd: (Scanpix)