Dómarin er millum teir fremstu

37 ára gamli Irfan Peljto úr Bosnia Hersegovina verður dómari á Tórsvølli í kvøld

Tað verður av álvara talt niður til áttanda landsdystin millum Føroyar og Eysturríki. Hann verður á Tórsvølli klokkan 19.45 í kvøld. Áhugin tykist vera stórur, tí í gjár vóru 4.200 atgongumerki seld. Fótbóltsveðrið er gott í løtuni, og veðrið fer ikki at halda nøkrum aftur frá at fara til fótbólt í kvøld. Tað verður sagt frá 10 hitastigum, tað verður turt og stjørnuklárt, ættin verður útsynningur, og vindferðin verður sjey metrar um sekundið.

 

23. maður á vøllinum í kvøld verður Irfan Peljto úr Bosnia Hersegovina. Talan er um royndan dómara, sum verður roknaður at vera millum teir fremstu í Europa. Hann er føddur í Sarajevo 18. juli 1984 og  37 ára gamli dómarin hevur verið FIFA dómari síðani 2015.

 

Millum altjóða dystirnar hjá honum í ár var U-21 landsdystur millum Frakland og Danmark, sum Danmark vann 1-0. Ta ferðina hevði bosniski dómarin gula kortið fýra ferðir á lofti.

 

Hinir tríggir í dómarabólkinum á Tórsvølli í kvøld eru eisini úr Bosnia Hersegovina. Teir eru Senad Ibrisimbegović, Davor Beljo og Miloš Gigovic, sum er 4. dómari.

 

VAR dómararnir eru úr Italia: Daniele Doveri og Filippo Meli.