Amerikanski ríkmaðurin Donald Trump, sum hótti við at oyðileggja valstríðið hjá Barack Obama, er í øðini inn á valið og úrslitið av tí.
-Vit kunnu ikki lata hetta fara aftur við borðinum. Vit mugu fara til Washington og steðga hesum leikinum. Okkara tjóð er fullkomiliga syndrað, skrivar Trump á sínari Twitter-síðu.
Umframt at eggja til eitt slag av kollvelting heldur Donald Trump, at forsetavalið er snýt og ein glæntrileikur, og USA er ikki eitt demokrati, sigur hann.
-Latum okkum stríðast til okkara síðsta og steðga hesum andstyggilga órættvísinum. Heimurin flennir at okkum, skrivar ríkmaðurin.