Tað sigur Carla Sands, amerikanskur ambasadørur og longdi armur hjá Donald Trump í Danmark, í grein, hon skrivar í Sosialinum, sum kemur í á gøtuna í kvøld.
– Sannleikin er, at kinesiski tøkniútflutningurin er beinleiðis vandamikil fyri keyparan. Tá lond bjóða út sítt viðkvæma undirstøðukervi til Huwawei, ZTE og onnur kinesisk feløg, so góðtaka tey at arbeiða undir kinesiskum kommunista-treytum.
– Tey, sum ikki góðtaka hesi krøv, og sum til dømis stuðla mannarættinda-kravgongum í Hong Kong, ella blaðstjórar, sum avdúka korruptión og mutur í Fólkalýðveldinum Kina, eru veruliga í vanda og kunnu vænta sær revsing og verða hótt búskaparliga, sigur amerikanska sendikvinnan.
– Um tú fremur tín rætt til talufrælsi, fer kinesiski servarin so at virka? Ella fer kinesiska stjórnin at brúka síni rættindi í kinesiskum lógum til at steingja tænastuna?
– Hyggið bara, hvussu kinesiska stjórnin hevur hótt og happað grannar tykkara í Noreg og Svøríki, tá teir hava viðurkent kinesisk listarfólk, í at boðskaður teirra um at fremja frælsi og mannarættindi ikki hóvaði kommunistaflokkinum í Kina, sigur amerikanska sendikvina í greinini í Sosialinum.
Blaðið fæst í leysasølu kring landið og kann keypasat í talgildari útgávu á www.sos.fo

Donald Trump leggur trýst á Frøoya Tele

