Hevði fólkatingsval verið nú, høvdu teir borgarligu flokkarnir fingið ein dyggan frammaná. Tað dsæst í einari meiningakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið.
Eftir kanningini høvdu Lars Løkke Rasmussen og hansara stuðlar fingið 79 umboð í Fólkatingið, meðan Helle Thorning-Schmidt og hennara stuðulsflokkar høvdu fingið 96.
Kanningin vísir, at báðir stjórnarflokkarnir høvdfu fingið eitt vánaligt úrslit, um val var nú. Vinstra hevði fingið 18,6 prosenty av atkvøðunum ímóti 26,3 prosentum á valinum í 2007. Hjá Teimum Konservativu sær einki mætari út. Flokkurin hevði fingið 5,2 prosent og hevði mist helmingin av sínum 18 tinglimum.
Hinumegin høvdu Sosialdemokratarnir og SF fingið ávikavist 28,3 og 15,4 prosent, sum er væl meiri enn á valinum í 2007.
Hinvegin høvdu Liberal Alliance, Tey Radikalu og Eindarlistin fingið tað besta úrslitið, um val var nú við ávikavist 7,1, 6,6 og 4,2 prosentum av atkvøðunum.