Í fjør doyðu 43 sjúklingar í hungri á sjúkrahúsum og røktarheimum í Bretlandi, og 111 onnur doyðu av tosta. Tað skrivar blaðið Sunday Telegraph í dag. Blaðið hevur hugt í læknafrágreiðingar og onnur skjøl, og har sæst eisini, at 78 fólk doyðu á sjúkrahúsum og 39 á røktarheimum orsakað av liggisárum.
Sunday Telegraph skrivar, at sjúklingaumboðið í Bretlandi hevur fleiri ferðir víst á, at á nógvum sjúkrahúsum og røktarheimum fáa sjúklingarnir als ikki ta røkt, sum teir eiga at fáa. Eitt nú varð víst á, at í fleiri førum fingu sjúklingar mat, sum teir ikki vóru mentir at eta, og at teir hvørki fingu hjálp til at eta matin ella annan mat ístaðin fyri.
Blaðið skrivar um ein 22 ára gamlan mann, sum togaði í hjálparlínuna við songina á sjúkrahúsinum og bað um hjálp, tí hann var so tystur. Maðurin hevði fingið skurðviðgerð fyri heilabløðing, og tá løgreglan kom, greiddu starvsfólkini á sjúkrahúsinum frá, at hann var í ørviti. Nakrar tímar seinni doyði maðurin av tosta, skrivar Sunday Telegraph.