Teir donsku svínabøndurnir ala altsamt fleiri og fleiri svín, men nú vísa tøl eisini, at altsamt fleiri og fleiri svín doyggja í stallinum.
Tey nýggju tølini avdúka, at talið á svínum, sum doyggja í stallinum, er veksandi. Fyri fimm árum síðani doyðu 19,6 prosent av øllum svínunum í stallinum, men nú er talið komið upp á 21,5 prosent. Tað eru serliga tey smáu svínini, sum doyggja í stallinum, men nógv vaksin svín líða somu lagnu.
Í Danmark verður hildið, at alt ov nógv smá svín doyggja, tí bøndurnir hava lagt seg eftir at fáa so nógv svín undan hvørjari súgv sum gjørligt fyri at fáa meiri pening burturúr. Peter Sandøe, professari á Landbúnaðarháskúlanum, sigur við Jyllandspostin, at bøndurnir hava ov lítla virðing fyri djórunum, tá teir royna at fáa so nógv burtur úr hvørjari súgv gjørligt fyri at fáa sum mest av pengum burturúr.