DR P5 spælir føroyskan tónleik

Herfyri var Peter Steen, ið er vertur á P5 hjá Danmarks Radio, á vitjan í Føroyum. Við sær hevði hann dansktopsangarinnuna Maibrit Post.

Herfyri var Peter Steen, ið er vertur á P5 hjá Danmarks Radio, á vitjan í Føroyum. Við sær hevði hann dansktopsangarinnuna Maibrit Post.

 

Tey gistu hjá føroyska countrykonginum, Hallur Joensen, í Klaksvík. Og nógv kom burtur úr ferð teirra á veðurbardu oyggjunum í Norðuratlantshavi. Millum annað vóru tey á gátt hjá Kringvarpi Føroya, har tey fingu sær eitt prát við Elis Poulsen.

 

Mong eru tey, ið seinastu árini hava saknað eitt seniorvarp í Føroyum, tvs. eina radiostøð, ið sendir tónleik fyri tey ungu, ið eru vorðin eitt sindur eldri. Og hetta er loksins hent, tí í sendingini Peters verden á P5, hoyra vit javnan føroyskar sangarar, sum t.d. Hall Joensen, Hallelíja Sofus, Alex Bærendsen og Eivør. Sagt við øðrum orðum – nýggja seniorvarp føroyinga eigur DR.

 

Sendingin Peters Verden verður send á P5 hjá DR gerandisdagar fra kl. 10.00-13.00 danska tíð.