Dramatikkur í grannauppgerð millum Kyndil og Neistan

Tað var ikki ein serliga málríkur dystur á Hálsi, tá Kyndil og Neistin hittust í gjárkvøldið. Neistin vann við einum máli 20-19, eftir at vera aftanfyri við 8 málum í hálvleikinum 13-5.

 

Neistin fekk eina fína byrjan og skoraði tvey tey fyrstu málini í dystinum. Men síðani fingu Neistamenn ikki mál í yvir 10 minuttir, og tá fóru Kyndilsmenn at draga frá. Neistin fekk einans fimm mál í fyrra hálvleiki. Og tá Jákup Jørgensen skreyt í tómt mál stutt fyri hálvleik, førdi Kyndil við heili átta málum 13-5, og alt tykist avgjørt.

Men í seinna hálvleiki steðgaði fullkomiliga upp hjá Kyndilsmonnum. Kyndil fekk ikki mál fyrr enn 23 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Meðan Kyndil ikki megnaði at skora mál, gekk tað væl betri hjá Neistanum. Neistamenn fingu heili 12 mál á rað, og tá komu teir frammum 17-13. Tá ein góður minuttir var eftir av dystinum kom ógvuligur spenningur í dystin. Neistin var á odda 20-17, og Hanus Árason hjá Neistanum fær sína triðju útvísing og harvið reytt kort.

 

##med2##

 

Jákup Jørgensen hjá Kyndli leypur av vinstra vongi og fær sítt fimta mál 20-18 til Neistan. Neistin missur bóltin, og William Summers Nolsøe á høgra vongi hjá Kyndli fer í skjótálop. Men Willam verður skumpaður, brotskast og Neistin fær 2 minuttir útvísing, 33 sekund eftir. Brotskastið setur Ovi Lützen trygt í netið 20-19 til Neistan, og Neistamenn eru tveir leikarar færri. Men Neistin megnar at halda uppá bólt, og tættari kom Kyndil ikki. Neistin vann dystin 20-19.

Málskjúttar Kyndil:

Jákup Jørgensen 5, Brian Slyne 4, Ovi Lützen 3, Tummas Jákup Sørensen 2, William Summers Nolsøe 2, Bogi Mikkelsen 1, Carlo Lyberth 1, Noah John Davidsen 1

Málskjúttar Neistin:

Tróndur Kragesteen 6, Ísak Vedelsbø 5, Tobias Wilbek 4, Hanus Árason 3, Teitur Magnusson 2

Her sæst støðan í Burn-deildini:

 

##med3##