Dramatikkur síðstu minuttirnar á Skála

Javnleikur var millum StÍF og H71 26-26, tá teir hittust á Skála í dag. H71 var á odda við 4 málum í hálvleikinum 15-11.

Tað var H71, ið kom væl betri frá byrjan, tá StÍF og H71 hittust á Skála í dag. Eftir 10 minuttir var H71 á odda við heili 6 málum 9-3. Men eftir eitt leikbrá kom gongd á hjá StÍF. StÍF minkaði eitt sindur um munin, og hálvleiksstøðan gjørdist 11-15.

Í seinna hálvleiki skiftust liðini um at skora mál. Tað var ikki fyrr enn í allar síðstu minuttunum, at StÍF ordiliga kom inn aftur í dystin, og spenningur kom í. Tá ein minuttur var eftir at leika í, leypur Bogi Hansen hjá H71 av høgra vongi og fær sítt fimta mál. H71 leggur seg á odda 26-24. StÍF skundar sær í álop, og Rókur Ziskason úr H71 fær 2 minuttir útvísing. Martin Danielsen úr StÍF brýtur ígjøgnum í høgru síðu 26-25 til H71 og 30 sekund eftir at leika í. H71 tekur leikbrá, men tað var til fánýttis, tí hoyvíkingar missa bóltin. Í eini roynd at steðga StÍF at fara í skjótálop fær Bogi Hansen 2 minuttir útvísing. H71 er á odda 26-25 og eru tveir menn færri, 7 sekund eftir at leika í. Í allar síðsta sekundi leypur Martin Danielsen úti frá og javnar til 26-26.

H71 manglaði ein lyklaleikara, Peter Krogh, ið er skaddur.

Málskjúttar StÍF:

Egill Már Hjartarson 6, Bjarni í Selvindi 5, Martin Danielsen 5, Pætur Johansen 3, Victor Máni Matthíasson 3, Trúgvi Hávardsson 2, Pætur Ó. Barclay 1, Sonni Knudsen 1

Málskjúttar H71:

Rói E. á Skipagøtu 6, Bogi Hansen 5, Rókur Ziskason 5, Sveinur Olafsson 4, Baldur Gillason 3, Ragnar Karlsson 3

Við javnleikinum í dag fingu bæði H71 og StÍF sítt fyrsta stig hetta kappingarárið. Ein annar dystur var í Burn-deildini í dag, VÍF vann greitt á KÍF í Vestmanna 31-23. Her sæst støðan í Burn-deildini:

 

##med2##