Teir fýra, trettan til fjúrtan ára gomlu, dreingirnir sum vóru tiknir sunnukvøldið, eftir at teir høvdu skotið eftir fólki og bilum á Brekku, norðuri í Klaksvík, vóru til avhoyringar á løgreglustøðini í Klaksvík, sunnunáttina og mánadagin.
Av løgreglustøðini frættist, at undir avhoyringunum kom einki fram, sum kundi geva eina ábending um hví dreingirnir, sum byrjaðu at skjóta til máls, komu fleiri fólkum í vanda, tá teir fóru at skjóta eftir fólki og bilum. Til alla lukku fekk eingin álvarslig mein av skottilburðinum. Trý fólk fingu tó smærri snuddir, tá tey vóru rakt av splintrum.
Hans Djurhuus, virkandi sýslumaður í Klaksvík, sigur at dreingirnir sjálvir ikki duga at siga, hví støðan útviklaði seg sum hon gjørdi. Dreingirnir sjálvir søgdu seg ikki hava nakra grund, at gera tað teir gjørdu, og so vítt vit skilja, so er teirra einasta frágreiðing tann, at teir mistu tamarhaldið á støðuni, tá teir fóru at skjóta eftir bilum, løgreglumonnum, og fólkum í grannahúsunum, og ikki heilt vistu hvat teir gjørdu.
Síðani hendingin fór fram sunnukvøldið hevur verið ført fram, at ein av orsøkunum til hendingina kundi vera tann, at dreingirnir helst høvdu verið undir ringari ávirkan av telduspølum, og tí tóku til tey stig teir gjørdu. Hans Djuurhus sigur, at undir avhoyringunum kom einki fram, sum bendir á hetta, men hann heldur, at hetta avgjørt er ein møguleiki sum skal takast í álvara.
Sjálvur sigur Hans Djurhuus seg einki kenna til hesi ógvusligu telduspøl, men hevur hoyrt frá fólki við kunnleika til telduspøl, at tað sum hesi spøl handla um, er at skjóta eftir løgreglumonnum og bilum, og annars øllum sum flytir seg.
-Fæst tú nógv við sovorið, so kann vera ringt at skilja millum veruleika og spæl, sigur Hans Djuurhus at enda, sum kortini ikki kann vísa á nøkur prógv fyri, at tað var nakað av hesum sum gjørdi seg galdandi í Klaksvík sunnukvøldið.eini grein í Sosialinum í 1998, um slíka skriving, sum hana hjá Dan: ".. at kjakið tá verður óreint og ósakligt, og tá verður roynt at fremja sína politisku søk við at dálka mótstøðumannin heldur enn at viðgera málið, sakina"
Lítið man verða at ivast í, at tað krevst at verða vítt til veggja í Javnaðarflokkinum. Mær tykir tað tó verða so vítt, at tit neyvan vita av hvørøðrum. Annars er stuttligt, at tit hava havt eina tillagingartíð uppá 28 ár, frá tí tit vunnu tykkum javnaðarfrelsuna, til tit alment komu úr skápinum.
Tað sigst at verða fáur, sum upplivdu fundirnar í Keypmannahavn fyri tjúgu - tredivu árum síðan, sum høvdu væntað at sæð Hans Paula, Rolf og Virgar D. fara hond í hond inn í nýggju øldina.
Manne Persson
----------------------------
Hin illgrunasami Bjørn á Heygum
Hvat vil hesin Bjørn?
Jú, illgrunin er tann, at Bjørn vil ikki hava nakra kanning av Signari á Brúnni. Tí vil hann frá síðulinjuni forpurra málið, nú ein kanningarstjóri er settur. Ein heilt ótrúligur frekleiki.
Hann, Bjørn, ætlar at seta teir 13 tingmenninar upp á pláss, sum hava undirskrivað at ein kanning skal setast í verk.
Hetta kemur frá einum persóni, sum er uttan fyri tingsins gátt.
Soleiðis arbeiðir, um eg so má siga, faðirin at nýggju stýrisskipanarlógini. At fólk uttan fyri tingið skulu hava størri vald enn tey fólkavaldu umboðini á tingi. - Eg meini tað.
Dia Ellindsson,
tjóðveldismaður,
Runavík