Dreymaferðin handað

I september og oktober mánaði høvdu vit í sjey vikuskiftisbløðum eina kapping, har tað ráddi um at svara ymsum spurningum um almenna vitan.
Høvuðsvinningurin í kappingini var ein ferð fyri tvey við Norrønu, har vinnararnir sluppu at ferðast sum rættir millióningar. Glæsiliga suitan umborð á stóra ferðamannaskipinum stóð nevnliga klár til vinnararnar, og ikki nóg mikið við tí. Føroya Sparikassi hevði eisini latið vinnarunum 10.000 kr. í lummapeningi, soleiðis at ráðini skuldu verið til bæði eitt og annað á ferðini.

Sum millióningar
Tá lutur varð drigin millum innsendu seðlarnar, var brævbjálvin hjá Súsonnu Jacobsen av Norðskála tann, ið fyrstur kom úr posanum, og mikudagin fekk hon so handa vinningin, tá Smyril Line og Føroya Sparikassi høvdu skipað fyri litlari samkomu.
Sjálv fekk Súsanna Jacobsen ikki verið til staðar, men drongur hennara, Niels Thomsen, sum sjálvur annar fer við á ferðini, legði leiðina til høvuðsstaðin, har hann slapp at taka móti stóra vinninginum.
Áki Jespersen helt vegna Smyril Line fyri, at hann var vísur í, at tey bæði fóru at fáa eina ógloymandi ferð.
- Eg havi sjálvur verið eina ferð við Norrønu, har mær untist at hava suituna, og eg má bara siga, at tað er nakað serligt. Tað er ein ferð, sum ikki stendur nakað aftan fyri tað, ið stóru cruise-skipini, sum ofta síggjast á Havnini, hava at bjóða.
Og Ólavur Jensen, marknaðarleiðari á Sparikassanum, tóktist eisini vera væl nøgdur. Eisini hóast hann altso mátti lata 10.000 kr. frá sær.
- Skal tú ferðast er tað umráðandi at tú tryggjar tær, at tú hevur pening tøkan á ferðini. Tað er hent at hava nakað av reiðum peningi í røttum
gjaldoyra við á ferðini, og tað tryggjar Sparikassin so við hesum kekkinum, helt hann.
Og so er bara eftir hjá vinnarunum, at bíleggja sær tríggjar dagar umborð. Tríggjar dagar, har tey sleppa at ferðast sum rættir millióningar.