?Nýggja stuttsøgusavnið hjá Hanusi Kamban, Gullgentan, er fult av avskeplaðum mannahatarum og óynsktum heimum, men kortini megnar rithøvundurin, við einum eitt sindur fjaldum peikifingri, at fáa ein at hugsa um, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit liva í, og hvat vit vilja hava framyvir.??
”Fólksins almenni førkar seg millum tvey stig, tað kenda og virda, og so tað lægra stigið, ein dimmur kjallaraheimur í skógarins undirgróðri, sum dregur andan tutlandi, sum er lítið virdur og sjáldan eftirfarandi, men sum kortini livir sítt treiska og harðføra lív.” Soleiðis tekur frásøgufólkið til í søguni við heitinum ”Heimsins hægsta træ”, sum er um tann pedofila Lothar de Munk, sum í staðin fyri at verða revsaður av býarins borgarum verður valdur til borgmeistara og heiðraður við einari gávu, sum hann sjálvur sleppur at velja sær. Hesin tvídráttur millum tað kenda og virda, og so kjallaraheimin við sínum dragandi dulda og ótálmandi mátti, gongur sum ein reyð flætta ígjøgnum alt savnið.??Gullgentan er fimta stuttsøgusavnið hjá Hanusi Kamban, og sambært útgevaranum, Mentunargrunni studentafelagsins, umboðar tað eina snaring frá realismu inn í dreym, mýtu og framtíð. Flestu søgurnar eru skrivaðar í suðurtýska býnum Freiburg, har rithøvundurin hevur búleikast seinasta árið saman við konu síni. Fleiri av teimum tíggju søgunum í savninum bera eisini týðiligan dám av at verða skrivaðar á europeiska fastlandinum, við drøgum frá miðeuropeiskari skaldskaparsiðvenju heilt frá miðaldarligum riddaraskaldsøgunum til 20. aldar eksistentialismu og magiska realismu, blandað við einum sterkum løgi av 19. aldar ástøði um ræðslu fyri tí ótilvitaða og ókenda í og uttan fyri menniskjakroppin, herundir bæði ræðuskaldskap (horror), gotiskan skaldskap og framtíðarskaldskap.??Tríggjar av teimum tíggju søgunum í savninum hava áður staðið í tíðarritinum Vencili, tann sagnkenda ”Riddarin grøni”, tann nútíðarliga og næstan loynispekiliga ”Saxifraga Nivalis” og framtíðarsøgan ”Exit Farao”, sum eru sera ymiskar, og sum rættiliga væl umboða breiddina í savninum. Sum heild eru søgurnar sera væl skrivaðar, persónarnir eru væl lýstir og gerast livandi fyri lesaranum, hóast teir flestu eru sera løgnir og avskeplaðir. Tað ger tað ikki verri, at nakrar av søgunum verða stuðlaðar við tekningum eftir Herborg Silju Strøm, sum eisini hevur teknað permumyndina av gullgentuni, høvuðspersóninum í tittulsøguni, sum er tann søgan, mær dámar allarbest, tí eg lesi hana sum eina allegori, ið myndar eina fullkomna líkasælu um onnur menniskju, eina nútíðar nihilismu, sum leiðir tankar mínar aftur á Patrick Bateman, her í kvinnuhami.??Savnið er kortini ikki heilt lýtaleyst, hóast allar sínar eyðsýndu dygdir. Eitt nú havi eg trupulleikar við at gjøgnumskoða, hvør frásøgufólkið er í næstan øllum søgunum, og hetta skapar ein mótvilja í tekstunum hjá mær sum lesara, frástøðan økist, tí tað kennist sum vil rithøvundurin blanda seg uppí og vegleiða meg um, hvussu eg skal skilja tað, sum fer fram. Málsliga er alt savnið ein dýrgripur, og tí undrar tað meg eitt sindur, at høvundurin í summum søgum ikki er heilt reglufastur í sínum vali av orðum, sum hava sama týdning, so sum ferhyrnt - tríkantað - sekshyrnt - fýrkantað (á bls. 60), ella spegil og spegl (í søguni ”Gullgentan”), men brúkar tey hvørt um annað uttan at hava nakra eyðsýnda orsøk til tað. Hetta seinasta hoyrir tó til í smáputlideildini og skal ikki taka nakað frá samlaðu metingini.??Samanumtikið umboðar stuttsøgusavnið Gullgentan eina snaring í skaldskapinum hjá Hanusi Kamban, tað er rætt, um ein bara hyggur at innan hvørja bókmentagrein, søgurnar eru skrivaðar. Hyggja vit at søguevnum og frásøgusniði er snaringin ikki so stór í mun til eitt nú næstseinasta stuttsøgusavnið, Pílagrímar, sum eisini hevði drøg av magiskari realismu og ævintýrsøgu í sær, og sum eisini viðgjørdi evni, sum ganga aftur í Gullgentan, so sum happing og forfall og upploysn (m.a. sum fortreyt fyri listaligari skapan). Men søgurnar í Gullgentan eru meira dreymkendar, og tað ger tær eisini meira almennar og ikki minst meira altjóða enn undanfarnu søvnini hjá Hanusi Kamban, og tað er eftir mínum tykki ein styrki.??Fyri at venda aftur til inngangin í hesum stutta ummæli, so kann eg runda av við at vísa til tey kendu orðini hjá Paulusi, sum høvundurin hevur valt sum inngangsorð til stuttsøgusavnið: ”Men tá skulu vit síggja andlit til andlits”. Søgurnar í savninum ganga ímóti orðunum hjá Paulusi, tí boðskapur teirra er (soleiðis, sum eg lesi tær), at tað fullkomna, at síggja andlit til andlits, er ein hvørvisjón, sum blindar okkum, so at vit ikki síggja tað, sum veruliga hevur nakað at týða, nevniliga hvussu vit fara hvør við øðrum, meðan vit enn eru á lívi. Ein peikifingur, ja, men ein neyðug áminning í eini tíð, har prestar og aðrir prædikumenn tala inniliga fyri tí fullkomna lívinum, bæði á fold og í himli, um bert vit trúgva ella forbrúka ella lata vera við at roykja og eta grind ella venja ella renna marton ella taka sól ella eta grønt ella lata bilin standa ella keypa fleiri virðisbrøv ella tekna fleiri tryggingar og so framvegis.= ??Kanska sigur tittulin alt: Gullgentan. Í hvussu er ein bók, sum setur tankar í sving, og sum er sera væl skrivað. Ein sjálvskrivað jólagáva til teirra, ið brúka heilan til at hugsa við.?