Dreymur veruleiki í fýra mánaðir

Liðformaðurin á landsliðnum, Jens Kristian Hansen, stórtrívst í Ayr, men hann roknar framvegis við, at hann síðst í mars aftur fer at spæla í B36

Tað er neyvan komið fyri áður, at ein føroyskur fótbóltsspælari hevur spælt fleiri landskappingardystir um jólini. Broytingarnar í føroyska fótbóltsheiminum eru stórar, og tað gongur skjótt fyri seg. Nú eru bæði Jens Martin Knudsen og Jens Kristian Hansen í Ayr, sum er ein býur uppá umleið hálvt hundrað túsund fólk, suður móti eingilska markinum.

Hjá Jens Martini Knudsen hevur ikki hilnast serliga væl. Málverjin, sum var frammanundan, hevur staðið seg væl, og tá teir har niðri bara hava tríggjar spælarar á beinkinum og allir eru útispælarar, so hevur tað havt við sær, at tað higartil ikki hevur eynast hjá føroyska landsliðsmálverjanum at koma í dyst á hægsta støði.

Hinvegin hevur tað gingið framúr væl hjá Jens Kristiani Hansen, sum umframt at hava vunnið fast pláss á miðvøllinum á besta liðnum, eisini hevur víst dygdir sum málskjútti.


Gongur rætta vegin

Tað eru tíggju lið í næstbestu skotsku deildini, og í løtuni er Ayr á sjeynda plássi. Teir hava spælt 20 dystir, teir hava 23 stig, teir hava skorað 24 mál, og 28 ferðir er bólturin farin ígjøgnum hjá teimum.

Jens Kristian Hansen hevur verið við tríggjar tær síðstu ferðirnar, og hagtølini siga, at gongdin hevur verið tann rætta, síðani føroyski landsliðsmaðurin kom á liðið. Í fyrsta dystinum, sum var á heimavølli 11. desember móti Falkirk, ið er á fjórða plássi, var úrslitið 1?1. og Jens Kristian setti hol á málskjótingina, tá 19 minuttir vóru farnir. Aðru ferð var á útivølli móti oddaliðnum St. Mirren, og tá vann Ayr 2?1, eftir at tað í steðginum hevði staðið á jøvnum 1?1.

Triðja jóladag hevði Ayr vitjan av Airdrie, sum á støðutalvuni er beint niðanfyri føroyska liðið í skotskum fótbólti, og hesa ferð eydnaðist tað Ayr at vinna størsta sigurin higartil í hesum kappingarárinum. Longu í steðginum var støðan 4?0, og tá tað restaðu sjey minuttir, var Jens Kristian Hansen uppá spæl og staðfesti rimmar sigurin.

Tað vil við øðrum orðum siga, at Ayr United hesar tríggar dystirnar, sum Jens Kristian hevur hjálpt teimum, hevur fingið sjey av teimum 23 stigunum, sum teir hava skavað saman, og teir hava skorað átta av teimum 24 málunum, ið teir hava fingið higartil í hesum kappingarárinum.

Komandi sunnudag klokkan 15 skal Ayr spæla á útivølli móti Clydebank, sum er niðast av teimum tíggju liðunum í næstbestu deildini.


Um at koma í venjing

Jens Kristian Hansen og familjan hjá honum stórtrívast í tí skotska. Tey hava umvegis felagið leigað eini spildurnýggj hús, og teimum dámar sera væl í býnum:

? Fólkið er fryntligt, og vit hava góða tíð at hugna okkum. Heima í Føroyum eru treytirnar tær, at tú tekst við fótbóltin eftir arbeiðstíð. Her er tað, sum er tími best av øllum, høvuðsarbeioðið. Vit venja hvønn dag, og vit eru upptiknir frá klokkan hálvgum níggju og til klokkan hálvgum eitt, so hetta er eitt dreymalív, staðfestir Jens Kristian Hansen úr Skotlandi.

Í fyrsta dystinum spældi Jens Kristian 55 minuttir, í næsta dystinum spældi hann 70 minuttir, og tá teir vunnu 5?0, var hann við allar 90 minuttirnar:

? Eg hevði ikki vant í næstan tveir mánaðir, tá vit komu niður higar, so tað sigur seg sjálvt, at tað tekur sína tíð at koma fyri seg. men eg kenni, at tað gongur rætta vegin hvønn einasta dag.

Avtalan er, at Jens Kristian skal heim aftur til B36 síðst í mars, og hesum roknar hann framvegis við.

Tað slepst kortini ikki uttanum, at tað hevur vakt ans í tí skotska, at ein spælari, sum ikki var í venjing, hevur megnað at koma inn á miðvøllin hjá Ayr og at seta dám á.

? Einki hevur kortini verið tosað um, at vit skulu leingja samstarvið, men eg kann sjálvandi ikki siga nakað um, hvussu tað verður seinni, men sum sagt, so rokni eg við, at eg skal aftur í B36 troyggjuna, tá tað av álvara er farið at vára í Føroyum, sigur Jens Kristian Hansen, sum kortini ikki dylur, at lívið, sum hann og familjan nú hava í Skotlandi, er ein dreymur, sum í fýra mánaðir verður veruleiki.