Drive-in konsert í Sandavági

- Vit hava glett okkum so nógv til 2. mai, tá Húsagongd skuldi vera fyri 6. ferð og eru ógvuliga harmar um at avlýsa tiltakið. Men vit halda, at vit øll hava brúk fyri at hoyra góðan tónleik og kanska serliga í hesum tíðum. Tí verður skipað fyri einari konsert við Blátt Gras, sum er lagað til umstøðurnar. Talan er um eina drive-in konsert niðri við Valloyruna í Sandavági, siga fyrireikararnir í Húsagongd.

Tiltakið er ókeypis, men til ber at flyta eina stuðulsupphædd.

Sjálv konsertin byrjar kl 19:00, men tilber at koma frá kl 17:30.