Dugir tú at seta høg krøv?

Mowi søkir góðskuleiðara til Kryvjivirkið á Strondum.

 

Vit leita eftir einum nýggjum starvsfelaga at byrja skjótast gjørligt, sum kennir alt til góðskustýring, reinføri, myndugleikakrøv og góðkenningar.

 

 

 

Uppgávur

 

Tú fert millum annað at:

 

  • ·  Menna og dagføra góðskuskipanina

  • ·  Upplæring av starvsfólkini á virkinum at arbeiða við góðskustýring

  • ·  Samskifta við myndugleikar í sambandi við myndugleikakrøv

  • ·  Samskifta við kundanar um góðskukrøv og góðskuskjøl

  • ·  Samskipa arbeiðið viðvíkjandi góðkenningum, skoðanum og øðrum

  • ·  Samskifta við veitarar um reingerð av virkinum.

  • ·  Samstarva við góðskudeildina fyri sjógv- og smoltaling

    Førleikar

    Tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni og hevur royndir frá líknandi starvi.
    Tú tekur ábyrgd og dugir at taka rættar avgerðir av tínum eintingum og at loysa uppgávur við góðum huga og nærlagni. Tú hevur góðar telduførleikar, og eisini er neyðugt, at tú dugir enskt og skandinaviskt.

    Vit bjóða

    Mowi er partur av Mowi ASA í Norra, sum er heimsins størsti alari, og harvið fært tú
    eitt altjóða arbeiðsumhvørvi við starvsfeløgum kring allan heim. Mowi er eitt spennandi arbeiðspláss við góðum starvsfólki, ið leggur dent á trivnað og eggjar til persónliga menning.

    Starvið

    Talan er um fulltíðarstarv á Kryvjivirkinum á Strondum. Lønin verður sett eftir avtalu.

    Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Jákup Mikkelsen, stjóra, á telefon 791001.

    Umsóknir skulu sendast til mowi.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er 5. februar 2023.

     

 

Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum – ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.