Durita ger te úr føroyskum tilfeingi

Durita Hansen er farin í holt við at gera te úr føroyskum tilfeingi og leitar eftir hópfígging

URT er nýstovnað felag, sum Durita Hansen úr Havn hevur sett á stovn. Felagið kannaði í fjør samansetingar av føroyskum urtum, við tí fyri eyga at menna og framleiða føroyskt urtaté.

 

- Ein góður témuður, er sum at fáa eitt klemm innanífrá. Tey flestu av okkum liva ein hektiskan dagligdag, við nógvum dagligdagsstressi. At bryggja sær ein kopp av té, hjálpir til at gira niður og njóta løtuna. Føroyska náttúran er á tremur við urtum og blómum, sum stuðla undir júst hesum endamáli og okkum tørvar einans at taka hendan aldagamla siðarv uppaftur, fyri at merkja fyrimunirnar, sigur Durita Hansen og leggur afturat:

 

- Royndir seinastu árini hava víst at føroyska náttúran goymir uppá eina heilt serliga smakkiuppliving, sum ikki fæst til høldar aðrastaðni, sigur Durita Hansen.

 

Uppskrift til trý serstøk føroysk urtaté er funnin. Smakkiroyndir eru gjørdar, ið staðfestu, at undirtøkan er sera góð.  Í summar 2022, er ætlanin at koma á marknaðin við 2022 pakkum av føroyskum urtatéi. Helvtin av tilfarinum til té-ið er dyrkað á egnum stykki og helvtin eru villar urtir, sum loyvi er fingið til vega at útvinna.

 

Téið verður pakkað í posar á 25 gr. og fyrstu trý sløgini eru hesi:

 

URT nr. 1

 

Nota, mynta, kannubjølluvísa & fennikufræ

 

URT nr. 2

 

Nota, fennikufræ & anisfræ

 

URT nr. 3

 

Mynta, Baldursbrá, lyngblóma & hyllublóma

 

Harumframt verður eitt avmarkað upplag pakkað í glaskrukkur.

 

Hópfígging

 

Fyri at náa málinum um at framleiða føroysku vøruna, er tó enn tørvur á fígging, fortelur Durita Hansen. Felagið eigur tvær turkimaskinur, men tørvur er á fleiri maskinum, bæði til at turka og at pakka téið í tébrøv. Tí hevur Durita tikið avgerð um, at savna pening inn á hópfígging.fo.

 

- Fyri at kunna bjóða eina dydgarvøru frá byrjan og fyri at geva teimum møguleikan, sum ynskja at royna téið fyrst, havi eg valt at hendan leistin, sigur Durtia Hansen at enda.

 

Les meira um at gerast partur av verkætlanini: https://www.hopfigging.fo/project/view/115

 

##med2##