Brann Bergen spældi í dag javnleik móti Aalesund í norsku landskappingini. Gilli Rólantsson kom á vøllin seinastu minuttirnar í 2-2 javnleikinum.
Hæddarpunktini frá dystinum síggjast HER
Brann hevur annars fingið eina frálíka byrjan upp á kappingarárið við tveimum sigrum í tveimum teimum fyrstu umførunum, men í kvøld bleiv tað bara til ein javnleik móti Aalesund. Nú hevur Molde lagt seg á odda í landskappingini við trimum sigrum í trimum dystum.
Gilli Rólantsson hevur trupult við at fáa spælitíð í løtuni, og nógv bendir á at tíðin í Bergen er við at koma at enda, nú sáttmálin gongur út í næstum. Tvøramaðurin hevur nú spælt 100 dystir fyri Brann.
Aalesund – Brann 2-2 (1-0)
1-0 Niklas Castro (30)
1-1 Daouda Bamba (53)
1-2 Bamba (59)
2-2 Hólmbert Fridjónsson (72).
Aalesund (3-4-3): Andreas Lie – Jonas Grønner, Daníel Leó Grétarsson, Daan Klinkenberg (Oddbjørn Lie fra 69.) – Jørgen Hatlehol, Ståle Stålinho Sæthre, Peter Orry Larsen (Izu Uzochukwu fra 63.), Shaquill Sno (David Kristjan Olafsson fra 69.) – Niklas Castro, Sigurd Haugen, Simen Bolkan Nordli (Hólmbert Fridjónsson fra 62.).
Brann (4-3-3): Ali Ahamada – Petter Strand, Vegard Forren (Ole Martin Kolskogen fra 74.), Bismar Acosta, Ruben Kristiansen – Amer Ordagic (Kristoffer Barmen fra 46.), Daniel Pedersen, Fredrik Haugen (Thomas Grøgaard fra 67.) – Gilbert Koomson, Daouda Bamba (Erlend Hustad fra 73.), Robert Taylor (Gilli Rólantsson fra 88.).
##med2##