Dysturin verður uppafturtikin klokkan 19:30

Christian Eriksen er vaknaður, og støðan er stabil

Tað vóru gleðiligu tíðindini eftir at steðgur hevur verið í dystinum síðani umleið klokkan 17:40. Dysturin verður uppafturtikin klokkan 19:30.

 

Tað upplýsir Dansk Boldspil-Union (DBU) á Twitter.

 

Uppgerðin varð avbrotin, tá Christian Eriksen small á vøllinum og fekk fyrstuhjálp.

 

– Christian Eriksen er vaknaður, og støðan er stabil. Hann verður  verandi á Ríkissjúkrahúsinum til víðari kanningar.

 

Spælarar hava tosað við Christian, og hann hevur tað gott, upplýsti Peter Møller, stjóri í DBU.

 

##ms##