Earth Hour í Fuglafirði í kvøld

Aftur í ár verður Earth Hour hildin í Fuglafjarðar kommunu. Tað merkir, at gøtuljós og øll óneyðug ljós annars eru sløkt leygarkvøldið 25. mars frá kl. 20.30 til kl. 21.30.

Í kirkjuni verður ein vøkur Earth Hour løta frá kl. 20.30, tá Jórun Pólsdóttir syngur og spælir klaver. Kirkjan verður einans upplýst við kertuljósum. Ljósini uttanfyri eru sløkt, so vitjandi mugu vera varin á veg til og frá.

 

Fuglafjarðar kommuna heitir á handlar, fyritøkur, virkir, stovnar og einstaklingar um at taka undir við átakinum og sløkkja ljósið hesa løtuna fyri at varpa ljós á avleiðingarnar, sum ovurnýtslan hevur á náttúrumargfeldnið, umhvørvið og veðurlagið.

 

Tað er gott um øll minnast til at sløkkja útiljós, skeltaljós og facaduljós eisini. Tað er eisini eitt gott hugskot at sløkkja allar óneyðugar skermar og vera í kvirru hesa løtuna, ella fara út at hyggja at stjørnunum.

 

Kunningarstovan heitir á øll um at ansa eftir sær í myrkrinum og at njóta digitala friðin!