26. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skrá í dag. Tað hevur leingi verið stórur spenningur um, hvørji lið fóru at flyta niður. Nú er tað greitt at næstbesta liðið hjá EB/Streymi verður annar av niðurflytarunum.
Undan hesum umfarinum vóru tað fimm stig frá EB/Streymi, sum var aftast, og fram til B36, ið var á áttanda plássi.
Í dag átti EB/Streymur heimavøll ímóti KÍ, sum var á sjeynda plássi við 30 stigum og harvið ikki heilt leyst av vandanum at flyta niður.
Við Kristiani Joensen millum stólparnar og Boris Dosljak og Óla Eyðsteinsson Poulsen millum teir fyrstu ellivu vann KÍ 3-0 við Margáir. Á liðnum hjá EB/Streymi vóru Gutti Dahl-Olsen og Elias Moustage millum teir fyrstu ellivu.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Óli Eyðsteinsson Poulsen KÍ á odda eftir upplegg frá Jóhan Waag Høgnesen. Olaf Hansen økti um munin til 2-0, tá ið tað restaðu seks minuttir av fyrra hálvleiki, og Boris Dosljak økti til 3-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Í síðsta minutti var tað innskifti David B. Andreasen, sum staðfesti 4-0 KÍ sigurin.
Undan síðsta umfari hevur KÍ 33 stig og EB/Streymur 25 stig.
Í síðsta umfari fær KÍ vitjan av HB, meðan EB/Streymur fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.