EB/Streymur heldur fast í Boga

Betri deildin menn: EB/Streymur hevur longt sáttmálan við Boga Reinert Petersen

EB/Streymur hevur longt sáttmálan við Boga Reinert Petersen. Fuglfirðingurin kom til EB/Streym í fjør, tá ÍF flutti niður. Hóast ÍF er flutt upp aftur, so hevur miðvallarin valt at halda fram í EB/Streymi.

 

- Fuglfirðingurin, ið kom til okkum í fjør, hevur skriva undir sáttmála fyri 2023. Bogi hevur verði ein fongur síðani hann kom til felagið, ein sterkur og hart arbeiðandi miðvallari, ið vit eru sera glað fyri. Í EB/Streymi eru vit samstundis sera fegin at enn ein profilur hevur valt at halda fram, skrivar EB/Streymur.

 

Tað hevur annars verið ein ávís frágongd í EB/Streymi. Kristian Joensen er farin til barndómsfelagið NSÍ, Jóhann H. Joensen hevur skift til kappingarneytarnar úr 07 Vestur, Jay Andersen hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram í felagnum og Mattias W. Joensen er farin aftur til B36, har hann var leigaður frá í seinnu hálvu í fjør.

 

Eftir fýra ár sum venjari hjá EB/Streymi, hevur Jákup Martin Joensen valt ikki at halda fram. Hann er nú hjálparvenjari hjá HB. Nýggjur maður við róðrið er eitt kent navn í føroyskum fótbólti – nevniliga Sigfríður S. Clementsen.