Seinnapartin hósdagin fer sangkórið í Ebenezer til Danmarkar, har tað verður steðgað fram til týskvøldið í næstu viku, tá ið flogið verður úr Keypmannahavn og aftur til Føroya.
Teir báðar fyrstu dagarnar verður kórið í Aalborg, og tá verður høvi at hoyra føroyskan kórsang í Tylstrup Frikirke nú fríggjadagin 26. mai klokkan 16.30 og í samkomuhúsinum Malta í Hirtshals fríggjakvøldið klokkan 19.00.
Leygardagin 27. mai fer kórið at syngja tvær ferðir í Odense. Fyrra ferðin verður í Give Baptistkirke/HUSET klokkan 12.30, og seinna ferðin verður í Nordatlantisk Hus í Odense klokkan 17.00.
Hvítusunnudagarnar fer Ebenezerkórið at syngja í Keypmannahavn. Hvítusunnudag verður sungið á møtinum í Kristnastovu klokkan 11, og hvítusunnukvøld verður kórið at hoyra í Føroyahúsinum á Vesterbro klokkan 19.30.
Næsta mánadag, 2. hvítusunnudag, klokkan 19 verður kórið at hoyra í Skovlunde Frikirke. Í hesi samkomuni hava fleiri føroyingar sína gongd. Samkoman var í síni tíð í Thorsgade 40 á Nørrebro og seinni – undir navninum Berøa – á Brønshøj Torv. Sara og Andrew Berghamar, sonur Susan og Øssur Berghamar, eru í tænastu í Skovlunde Frikirke.
Týsdagin 30. mai fer kórið at syngja á Ríkissjúkrahúsinum klokkan 14.30, og síðani fer kórið út í Kastrup og heim við flogfarinum hjá Atlantsflogi.
Á ferðini eru 35 kórsangarar. Kórleiðari er Jens Christian Guttesen og Jóannes á Váli og Henry Olsen spæla undir. Sangskráin er sálmar og annar eldri og nýggjari andaligur sangur og tónleikur – á føroyskum, donskum og enskum.
Ebenezerkórið hevur sungið uttan slit síðani í 1937, tá ið kórið fyrstu ferð sang. Kórið hevur verið á fleiri uttanlandsferðum – í Íslandi, Noregi, Skotlandi, Onglandi og Ísrael. Hetta er fyrsta ferðin, at kórið fer á Danmarkarferð.