Edward Fuglø ger Mumiskógin

Triðja árið á rað skipar Norðurlandahúsið fyri barnafestivali.

Triðja árið á rað bjóðar Norðurlandahúsið øllum barnsligum sálum á Barnafestival. Nógv spennandi er á skránni, har børn og vaksin kunnu gera ymiskt kreativt og njóta barnamentanina saman. 

 

Festivalurin verður settur leygardagin 9. apríl kl.10.30 í Norðurlandahúsinum. Byrja verður við eini tónleikaframførslu við børnum frá Tórshavnar Musikkskúla. Síðani stendur tykkum frítt at fara í gongd við at annaðhvørt tekna og mála ella byggja magnet. Tit kunnu eisini fara ein túr innar í Dansistovuna og hyggja eftir hugtakandi marionettframsýningini "Hugurin flýgur", hjá Karavella Marionett-Teatur, ið Rakel Helmsdal hevur gjørt. Fleiri enn 30 marionettir verða sýndar fram.

 

Í Norðurstovu verður høvi til at síggja spennandi lego lutir, sum ung í aldrinum 9-16 ár kunnu brúka í sambandi við First Lego League Føroyar kappingarnar. First Lego League er ein kunnleikakapping fyri børn og ung við tí endamálið at stimbra áhugan hjá børnum og ungum til náttúru, tøkni og støddfrøði, og harvið kveikja áhuga teirra  í at gerast eitt nú verkfrøðingar og granskarar.  Børn eru vælkomin at byggja sínar egnu lego lutir við íblástri frá First Lego League.

 

Edward Fuglø fer at gera Skálan til ein hugnaligan skóg við íblástri úr Mumiævintýrunum. Børn eru vælkomin at hugna sær inni í skóginum og lesa góðar føroyskar barnabøkur. Skógurin verður eisini brúktur til uppihaldsrúm, tá ið fleiri børn koma á barnakonsert við Føroya Symfoniorkestri og í biograf til "Mumiættina í summarfrí". Tá kunnu barnagarðsbørn og skúlabørn eta sínar matpakkar á teppum inni í skóginum