Effo fer at byggja í Søldarfirði

Pf. Effo átekur sær at gera eina nýggja oljugoymslu í økinum, og Runavíkar kommuna átekur sær at fylla út og planera økið undir goymsluni

Pf. Effo fer nú at byggja nýggja oljugoymslu í Søldarfirði. Á fundi í kvld samtykti Runavíkar býráð einmælt at taka undir við avtaluni, sum í síðstu viku varð undirskrivað millum Pf. Effo og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar býráð.

 

Avtalan ber við sær, at Pf. Effo átekur sær at gera eina nýggja oljugoymslu í økinum, og at Runavíkar kommuna átekur sær at fylla út og planera økið undir goymsluni – áleið 6 túsund fermetrar - við grundarlagi í tekningum frá Landsbyggifelagnum og Pf. Effo. Talan er um økið suður frá bryggjuøkinum, og ístaðin fyri at spreingja úr økinum omanfyri er ætlanin at brúka grót úr Sandoyartunlinum, sum kommunan frammanundan hevur keypt, til endamálið.

 

Tá komið er á mál við fylling og bygging, verður leigusáttmáli gjørdur partanna millum, sum er samsvarandi vanligum treytum fyri vinnuleigu.

 

 

 

Runavíkar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni í kvøld:

 

Eftir drúgva tilgongd hittust Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og teir báðir Janus Thomsen og Magni Dybczak, ávikavíst stjóri og rakstrarleiðari í føroyska orkufelagnum Effo, í hølunum hjá felagnum á havnarlagnum í Søldarfirði - og teir vóru ikki ørindaleysir.

 

Rákin av stríðið, heimsstríði, angar úr kringumstøðunum. Eisini huglagið á skrivstovuni hjá Effo, sum er ein leivd frá seinra heimstríði. Bretski flotin valdi sær frá krígsbyrjan Skálafjørðin sum høvuðsstøð í Føroyum, og Søldarfjørður gjørdist á mangan hátt ein miðstøð. Í 1942 sóust bretar við mátistokkum í gerðinum hjá Peturi úti á Bø, og longu í september í 1943 vóru teir, saman við føroyskum arbeiðsmonnum, lidnir at byggja teir ikonisku tangarnar – har brennievni skuldi goymast til herskipini.

 

Eftir at teir sameindu høvdu vunnið heimsstríðið fóru bretar av landinum aftur, og meginstøðin á landi í Søldarfirði gjørdist ogn hjá Føroya Løgtingi, og tað er hon framvegis. At kalla alla hesa tíð hevur virksemi verið í økinum. Stutt eftir kríggið leigaði Føroya Oljusøla hjá Esmari Fuglø tangarnar, Sigurd Berghamar stjórnaði felagnum, meðan Esmar var trolaraskipari, og í 1949 keypti Esso felagið og Esmar gjørdist tá stjóri. Honum á baki kom strandingurin Jákup Kass. Dagligur leiðari í Søldarfirði var Dánial Hansen – sum bara gekk undir navninum Esso-Dánial.

 

Eitt kuriosum er tað, at hesa tíðina lat Esso nýbygningin “Esso Søldarfjørð” smíða í Týsklandi. Hann sigldi í mong ár innanoyggja, og táið skipið var blivið ov lítið, lótu teir “Esso Føroyar” smíða á Tórshavnar Skipasmiðju til sama endamál.

 

Seinri keypti Statoil virksemið hjá Esso í Føroyum, - og í nakað nógv ár hevur føroyska orkufelagið Effo nú verið eigari av virkseminum. Tí nærkast tað nú 80 árum síðan Søldarfjørður gjørdist bunkringarstøð hjá føroyskum og útlendskum skipum og ein av megingoymslunum av brennievni til stovnar og húsarhald kring landið. Hóast væl røktir eru tangarnir farnir at eldast, og tíðin var nú komin til eitt nýbrot. Gomlu tangarnir vera kortini standandi, teir eru friðaðir sum krígsminni.

 

Tað var týsdagin 21. september, at partarnir hittust í Søldarfirði, og skrivað var undir avtalu, sum ber við sær, at Pf. Effo átekur sær at gera eina nýggja oljugoymslu í økinum, og at Runavíkar kommuna átekur sær at fylla út og planera økið undir goymsluni – áleið 6 túsund fermetrar - við grundarlagi í tekningum frá Landsbyggifelagnum og Pf. Effo. Talan er um økið suður frá bryggjuøkinum, og ístaðin fyri at spreingja úr økinum omanfyri er ætlanin at brúka grót úr Sandoyartunlinum, sum kommunan frammanundan hevur keypt, til endamálið.

 

Tá komið er á mál við fylling og bygging, verður leigusáttmáli gjørdur partanna millum, sum er samsvarandi vanligum treytum fyri vinnuleigu.

 

Runavíkar býráð samtykti einmælt á býráðsfundinum í kvøld at taka undir við avtaluni, og kommunan fegnast um, at Pf. Effo ynskir at halda fram við virkseminum í Søldarfirði.