Eftirspurningurin eftir tjóðarbúnum veksur

Seymistovan Kittat í Nuuk er einasta stað í heiminum, har grønlendskir tjóðarbúnar vera virkaðir á traditionellan hátt.

 

Myndina eigur Sermersooq kommuna.

 

 

Seymistovan Kittat, sum serliga hevur lagt seg eftir at seyma grønlendskar tjóðarbúnar, hevur úr at gera, og nú setir seymistovan í verk ymiskt, sum skal gera, at upplivingin bæði hjá lokalum fólki og ferðafólki, sum koma á gátt, verður enn størri.

 

Málið er eisini at veksa um framleiðsluna av virkaðum vørum.

 

Sambært Sermersooq kommunu er seymistovan Kittat í Nuuk einasta stað í heiminum, har grønlendskir tjóðarbúnar vera virkaðir á traditionellan hátt.

 

Nú vil seymistovan so eisini gera upplivingina hjá teimum, bæði lokalum fólki og ferðafólki, sum vónandi skjótt koma aftur til Grønlands, enn størri.

 

Sermersooq kommuna skrivar á sínari heimasíðu, sum Sermitsiaq endurgevur, at Kittat  hvønn mánadag og fríggjadag fer at hava fólk, sum kunnu vísa vitjandi runt og geva fólki eitt neyvari innlit í framleiðsluna. Men, hetta fer so eisini at gera, at seymistovan broytir upplatingartíðirnar fyri at geva eyka rúmd fyri vitjandi.

 

Frá 1. juli at rokna verður seymistovan í Nuuk opin mánadag, mikudag og fríggjadag frá klokkan 12.30 til 15.30. Ætlanin við styttu upplatingartíðunum er eisini at gera tað møguligt at veksa um framleiðsluna og soleiðis betur at kunna nøkta eftirspurningin.

 

Við broyttum upplatingartíðum kunnu tey, sum starvast á seymistovuni, framleiða fyrrapart allar dagar í viku, umframt seinnapartar týsdag og hósdag.

 

- Okkara arbeiði krevur konsentratión, og tað tekur tíð. Týsdag og hósdag arbeiða vit við vørum úr skinnum - uttan at verða órógvað av viðskiftafólki. Hinvegin vilja vit gera upplivingina so mikið størri, tá vit hava opið, sigur Sofie Amondsen, sum starvast hjá Kittat.

 

Umframt virksemið í Nuuk, hevur Kittat eisini deildir í Qeqertarsuatsiaat og Kapisillit, og tilsamans starvast níggju seymikonur í fyritøkuni, veit Sermitsiaq at siga umvegis heimasíðuna hjá Sermersooq kommunu.

 

Myndina eigur Sermersooq kommuna.