Eyðun Klakstein
Terji hevði ein dreym.
Ein dreym um at gera eina rimmar fløgu.
Við løgum hjá sær, yrkingum hjá vinmanninum Anker Eli Petersen og við tónleikarum, sum veruliga kundu lyfta sangirnar.
Dreymurin gjørdist veruleiki í februar 1990, tá Terji og Føstufressar góvu sína fløgu út.
Men dreymurin gjørdist hálvavegna til eina marru, tá móttøkan av fløguni var hálvvánalig. Sølan var eitt vónbrot, útgávan fekk vánalig skoðsmál, og Terji, sum brúkti eina fjórðingsmillión upp á útgávuna, fekk ein undir vangan fíggjarliga.
Terji svíður framvegis fyri útgávuna í 1990, og hann verður ikki liðugur at gjalda fyri fløguna fyrr enn í 2003 ? 13 ár eftir at sangir sum Ljóðmynd, Morgunflog og Mamma vóru fyrstu ferð at hoyra á fløgu.
Eftir eina spaka byrjan gjørdist ljóti dunnuungin til tann vakrasta svanan.
Sølan togaði seg upp um 4000 eintøk, og í síðstu viku segði ein atkvøðugreiðsla í Sosialinum greitt, at útgávan hjá Terja og Føstufressum er tann besta í føroyskum tónleiki til dags dato.
Harafturat var Terji Rasmussen kosin at verða besti sangarin, og sangurin Ljóðmynd av fløguni hjá Terja og Føstufressum varð, saman við Breaking my Heart hjá Hjarnum, kosin at verða besti sangurin farnu øldina.
Til endans ein stórur sigur fyri tónleikaran og sangskrivaran, sum bæði áðrenn og aftaná fløguna hjá Føstufressum, hevur gjørt vart við.
Flýggjaðu til tónleikin
Tað var í 1989, at Terji gjørdi álvara av síni ætlan. Í apríl mánaði fekk hann eitt lán, sum gjørdi tað gjørligt at fara undir at fyrireika upptøkurnar. Tvær vikur av summarinum vóru brúktar til miðvísar venjingar saman við teimum tónleikarunum, sum áðrenn og eftir vóru kendir undir navninum Plúmm.
? Eg vildi hava teir at spæla saman við mær, tí teir vóru ein so væl samanspæld eind og hvør sær frálíkir tónleikarar, greiður Terji frá.
? Daman og sonurin rýmdu úr húsunum í tvær vikur, meðan vit fluttu inn í stovuna at venja sangirnar. Frammanundan hevði eg greitt tónleikarunum frá, at eg var opin fyri øllum hugskotum. Teir kundu koma við øllum teimum hugskotum, teir høvdu hug til. Og tað gjørdu teir sanniliga.
Venjingin hevði við sær, at í september mánaði var greitt at fara undir upptøkurnar í LT-studio í Havn.
? Tá vit fóru í studio, høvdu vit vant og lagt til rættis allar sangirnar uttan Mamma og Apokalypsa. Vit kundu ikki semjast um, hvussu Mamma skuldi spælast, og onkuntíð var kjakið um hendan sangin rættiliga lívligt. Vit samdust so um at spæla sangin soleiðis, sum hann ljóðar á útgávuni, men eg var ongantíð nøgdur við hann.
Tað hevði eisini við sær, at sangurin var endurinnspældur á seinni fløguni hjá Moirae, og tá ljóðaði hann meira, sum Terji ætlaði, at hann skuldi ljóða.
Terji keypti tónleikarnar leysar til upptøkurnar. Hann lønti teimum, meðan teir vóru í studio, og tær tríggjar vikurnar, rokast var í LT-studio, var einki annað á skránni enn tónleikurin og upptøkurnar.
? Tað var um tað mundið, tá húsini hjá Dagblaðnum brendu, men tað fingu vit ikki við fyrr enn einar tvær vikur eftir, at tað var hent. Tað sigur eitt sindur um, hvussu nógv vit løgdu í arbeiðið í studionum. Verðin uttanfyri var als ikki til fyri okkum.
Fløgan stóð ikki mát
Føstufressar vóru á gøtuni í februar mánaði í 1990, og eina viku eftir útgávuna hevði bólkurin stórfingnar konsertir í Norðurlandahúsinum, har nógv var gjørt burtur ? bæði til oyru og eygu.
? Hesar konsertir høvdu helst við sær, at sølan gekk illa í longri tíð. Fólk komu til konsertina uttan at kenna tónleikin, og tað upplivilsið var ivaleyst so stórt, at tónleikurin á sjálvari fløguni ikki stóð mát. Nógv søgdu í hvussu er, at konsertirnar vóru framúr góðar, men at fløgan nyttaði einki, greiður Terji frá.
Útgávan seldi beinanvegin eini 600 eintøk, men eftir konsertirnar gekk meira enn eitt ár, áðrenn sølan togaði seg upp á 1000 eintøk. Og tað var eingin toppseljari tá í tíðini.
? Tónleikurin á fløguni hevði bæði við sær, at fløgan ikki rættiliga sló til fyrstu tíðina, og at hon hevur hildið so leingi. Tað vóru melodiøsir poppsangir, men tónleikurin er jazzmerktur, og tað skuldu fólk helst venja seg til, heldur Terji.
Hetta árið, tá sølan gekk so illa, stardi Terji í eyguni á einari veruligari fiasko.
? Eg tonkti, at hetta fór at enda heilt galið. Eg helt, tað vera best at fara undir at gjalda lánið aftur. Og síðani tá havi eg goldið 3000 krónur hvønn mánað, og um eini trý ár veri eg liðugur at gjalda lánið.
? Fløgan hevur selt omanfyri 4000 eintøk, men fyrsta árið fekk eg lítið gjørt við lánið, tí sølan var so vánalig. Rentan var høg, og tað hevði við sær, at lánið vaks alt ov nógv. Eg veit ikki, hvussu nógvar pengar eg havi goldið fyri útgávuna tilsamans, men tað er nógv.
Umframt at teljast millum tær bestu, er útgávan hjá Terja og Føstufressum eisini millum tær dýrastu føroysku útgávurnar.
Fløgan fullkomin við betri sangara
Áðrenn Terji fór í holt við sína egnu fløgu saman við Føstufressum, hevði hann verið við í Frændum.
Hann var við á Frændur 2 frá 1986, og í 1988 hevði hann sentralan leiklut á útgávuni 80?ini. Eftir at 80?ini var komin út fór Terji burtur úr Frændum, og ein grund til tað var, at hann vildi sleppa at spæla sítt egna tilfar inn. Í Frændum vóru tað teir tríggir høvuðslimirnir, sum skrivaðu sangirnar.
? Ein orsøk til, at eg vildi gera so nógv burtur úr mínari útgávu, er kanska mín bakgrund í Frændum. Eg vildi vísa teimum, at eg eisini kundi verða við. Tað var eitt slag av kapping, sigur Terji.
Og júst hesar báðar útgávurnar hjá Frændum og Terja, sum komu í 1988 og 1990, verða av mongum mettar at verða tær bestu í Føroyum nakrantíð.
Hvør heldur tú er orsøkin til, at tey flestu peikaðu á tína útgávu sum tað bestu?
? Har má eg geva tónleikarunum æruna. Høvdu teir ikki verið við og givið tónleikinum so nógv, so hevði hon als ikki verið so væl eydnað. Tað hevur ongantíð verið nakað hitt á útgávuni, men hon hevur staðið meira sum ein heild. Tað hevur eisini havt við sær, at hon hevur hildið.
? Eftir atkvøðugreiðsluna í Sosialinum ringdi Kaj Johannesen til mín og segði, at grundin til at eg stóð meg so væl var, at eg hevði verið so ómetaliga forkelaður við tónleikarum. Og tað passar eisini. Men tað er kanska partvís mín æra, tí eg havi bara viljað havt teir bestu tónleikararnar afturat mær.
Hvat heldur tú um útgávuna hjá Terja og Føstufressum nú 10 ár eftir, at hon kom út?
? Nú fløgan varð vald at verða tann besta, setti eg meg at lurta eftir henni. Tað ganga ofta ár ímillum, at eg hoyri hana, men nú helt eg, at eg mátti lurta eftir henni aftur. Niðurstøðan hjá mær er, at fløgan hevði verið fullkomin, um ein betri sangari enn eg hevði sungið. Mítt avrik er ikki á hædd við tað hjá tónleikarunum, og tað sigi eg ikki fyri at verða lítillátin. Eg meini tað.
? Men eg eri sera glaður fyri, at hon stendur so sterk so langa tíð eftir, at hon kom út.
Ongan hug at gera nýggja fløgu
Síðani Terji og Føstufressar góvu tiltiknu fløguna út, hevur Terji verið við á fleiri útgávum. Moirae hevur givið tvær fløgur út við Terja sum sangara og komponisti, og stutt fyri jól góvu Eyðun Nolsøe og Terji eina fløgu út.
Tankin um at gera eina fløgu afturat við Føstufressum hevur verið frammi, men hann tiltalar ikki Terja Rasmussen.
? Nógv streingja á. Anker Eli talar til dømis nógv fyri at gera alt einaferð afturat. Hann sigur, at hann kann skrivað allar tekstirnar, men eg eri einki fyri hugskotinum. Eg veit, at tað fer at kosta nógvar pengar, og hvør skal gjalda. Tónleikaútgávurnar í dag selja ikki so nógv eintøk, sum tær plagdu at gera fyrr.
? Eg haldi ikki, at eg hevði torað at lagt so nógv fyri fíggjarliga einaferð afturat, tí eg havi ov nógv uppá spæl. Tá eg var 23 ára gamal, tá hugsaði eg ikki so nógv um tað. Tá gjørdi eg bara álvara av ætlanini. Tað var lættari tá.
? Um Føstufressar skuldu givið eina fløgu út afturat, so skuldi alt verið gjørt í sama stíli. Allir teir somu tónleikararnir skuldu verið við, tónleikastílurin skuldi verið tann sami og annars skuldi konseptið sum heild verið tað sama. Tann einasti tónleikarin, sum ikki hevði sloppið við aftur, er Holger Laumann. Eg eri troyttur av hansara saxofonspæli, tí hann hevur verið við á so nógvum føroyskum útgávu.
Tú ert framvegis ikki liðugur at gjalda fyri Føstufressa-útgávuna. Angrar tú, at tú gjørdi fløguna?
? Nei, eg angri einki. Ikki eina løtu. Eg grenji kanska eitt sindur um pengar, men tað hevur verið mær ein tung byrða. Tá lánið rættiliga ríður mær sum ein marra, so plagi eg at ugga meg við sjálvari útgávuni. Tað var úrslitið, og tað stendur eftir. Og tað er stuttligt at fáa slíka viðurkenning frá fólki.
Soleiðis atkvøddu tey
Sosialurin spurdi 33 fólk um, hvat tey hildu verða tað besta í føroyskum tónleiki higartil, og svarini góvu hetta úrslit:
Besti bólkur: Frændur
Besti sangur:
Hjarnar: Breaking my heart
(Orð og lag: Jørgin Dahl)
Terji og Førstufressar: Ljóðmynd
(Orð: Anker Eli Petersen, Lag: Terji Rasmussen)
Besta útgáva: Terji og Føstufressar (1989)
Besti sangari: Terji Rasmussen