Jan Müller
Samtíðis sum arbeiðssteðgurin/verkfallið kom í gildi kom Anfinn Kallsberg, løgmaður heimaftur til Føroya. Hann hevði verið á samkomum í Keypmannahavn í sambandi við takkarvitjan Mandela.
Eftir flogtúrin við Atlantsflog gekk leiðin við bussinum til Oyragjógv, har løgmaður og konan máttu brúka annan av teimum skjótu privatu bátunum, sum flyta ferðafólk um Vestmannasund, nú skipini hjá Strandferðsluni ikki sigla.
Sosialurin hitti løgmann á flogvøllinum og bóðu um eina viðmerking til arbeiðssteðgin.
Løgmaður sigur at hann hevur fingið frágreiðing frá landsstýrinum um verkfallið, men at hann nú at kunna seg meira um málið.
Tað er ein álvarslig støða, tá allar tær almennu tænasturnar verða lagdar niður, men hetta ásannar løgmaður fær hann einki gjørt við.
-Kann samfelagið liva við einum drúgvum verkfalli?
-Einum drúgvum verkfalli livir man ongantíð við, og í einum verkfalli er ongantíð nakar vinnari.
Hóast løgmaður sigur seg virða verkfallsrættin, so sigur hann tó, at tað altíð er óheppið við einum arbeiðssteðgi/verkfalli sum hesum, tí tað vilja altíð verða nøkur lið, sum detta niðurímillum.
-Man plagar at tosa um eitt gott ella eitt vánaligt tíðspunkt til verkfall. Eg haldi, at allar tíðir til arbeiðsstegð ella verkfall eru vánalig. Tí tað vil altíð vera onkur, sum kemur illa fyri.
Uppá fyrispurning um man frá almennari síðu ikki hevur verið í so treiskur mótvegis hinum partinum sigur løgmaður, at tað hevur man ikki. -Eg rokni við, at man hevur samráðst út frá einum heildarsjónarmiði við atliti til búskap oa. í samfelagnum.
-Fer tú at fyritaka tær nakað, nú tú kemur aftur til arbeiðis?
-Eg fari fyrst og fremst at tosa við fíggjarmálaráðharran, sum tekur sær av hesum málinum. Landsstýrið var saman týsdagin fyri at tosa um støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Sjálvur hevur løgmaður hevur í løtuni ikki nakra ætlan um at kalla landsstýrið saman aftur at viðgera støðuna.
-Hevur tú gjørt tær nakrar tankar um, antin tað er rætt at leggja upp í arbeiðssteðgin innan fyri tær næstu vikurnar?
-Tað havi eg ikki. Men um so verður, tá er tað løgtingið, sum skal gera tað.
Anfinn Kallsberg sigur annars, at talan er ikki um nakra lætta støðu, tá báðir partar vraka semingsuppskotið. -Eg dugi at síggja, at hetta kann hava við sær, at verkfallið verður drúgvt.
-Kann ein drúgvur arbeiðsstegður fáa álvarsligar avleiðingar fyri samfelagið?
-Tað veit eg ikki. Alt er relativt. Men tað er greitt, at ein arbeiðssteðgur vil altíð fáa óhepnar avleiðingar.