Prædikumaður
Eg elski muslimar og sum kristin kann eg ikki gera annað, men eg góðtaki ikki teirra læru, sigur Moses Olsen, kristin stríðsmaður, sum í løtuni vitjar í Føroyum og boðar Guds orð.
-Eg eri kallaður, eg eri kallaður eins og Jóannes Doyparin, og tað besta eg kann gera er at boða Guðs orð til fólkið.
Vit sita í hugnaligu íbúðini omaná salinum í samkomuni Filadelfia í Havn. Leðrið í hornasofuni brakar so alsamt og tolið, meðan vit ressa okkum og práta og her eru stór evni, sum koma fram á borðið. Maðurin í sofuni hevur ikki altíð itið Móses. Hann er doyptur vanliga danska navnið Mogens. Og langt áðrenn hann fór at prædika, langt áðrenn hann gjørdist kendur sum krossberari, funnu jødar upp á at kalla hann Moses.
-Eg var í Ísrael, hetta var í sekstiárunum og har niðri er so at siga ómøguligt at siga Mogens. Einaferð sá ein jødi mítt navn á skrift. og hann segði: á Moshe, tað er Móses á jødiskum, og síðan varð eg kallaður Móses. Seinni keypti eg mær navnið, men navnið hevur einki at gera vit mítt prædikuvirksemi í dag. Eg gjørdist ikki frelstur fyrr enn eini fimm ár eftir hetta, sigur Móses Olsen.
Móses merkir tann sum varð bjargaður. Og okkara Móses varð eisini bjargaður. Hann var alkoholikari og evnismisbrúkari, men ein veking fekk hann at leggja rúsin á hyllina.
-Kirkjan í Danmark er veik. Tá eg sigi kirkjan so meini eg ikki bara við fólkakirkjuna, men kirkjuna sum heild. Tað snýr seg nógv um at fara í kirkju sunnudag klokkan 12, og so er liðugt við tí. Kirkjan er alt ov ósjónlig. Fólk tora ikki at viðganga sína trúgv, sigur Móses Olsen og tekur um Davidstjørnuna, ið hann hevur hangandi á hálsinum í eini ketu.
-Eg vil vísa, at eg eri kristin og at eg trúgvi. Eg vil bera hesa stjørnu, til hon verður rivin av mær, og so vil eg hanga eina nýggja, sigur hann.
Ófriður á Nørrebro
Móses er kendur sum boðari av Guðs orði. Nógv hevur hann verið frammi seinastu tíðina í samband við eitt tiltak á Nørrebrø, har hann boðaði evangeliið á Nørrebro, býarparturin í Keypmannahavn við so nógvum muslimum. Rættuligur ófriður stóðst av hesum tiltaki og politiið tók Móses av trygdarávum.
-Eg havi stóra virðing fyri muslimum, eg elski teir sum kristin, men eg kann ikki góðtaka teirra læru. Eg skilji millum anda og religión. Eg haldi, at kristin hava nógv at læra av muslimum. Eg kann ikki lata vera við at virða teirra ídni í trúarsakum. Tú sær teir allastaðni, enná úti á landinum framvið vegunum, har teir breiða sítt biðiteppi og kasta seg niður at biða, tá løtan er komin til tað. Høvdu vit víst sama ídni. Muslimar tora at viðurkenna sína trúgv, vit kristin eiga at vera enn meira frímóðig enn muslimarnir, sigur Moses Olsen.
-Muslimska læran er vandamikil fyri kristindómin og neyðugt er at ávara fólk. Eg keypi ikki, at muslimarnir bara eru ein minniluti, sum vit kunnu gloyma. Teir eru sterkir, og tí eiga vit at ansa eftir, sigur hann..
Víttgangandi
Móses Olsen er kendur fyri at vera sera víttgangandi.
-Hvør er normalur. Eg rokni meg sjálvan fyri at vera normalan. Kanska eru tað meginparturin av mínum landsmonnum, sum sova andaliga, ið eru teir sum eru víttgangandi. Kanska eru tey víttgangandi tey normalu. Vit taka okkum sanniliga av løttum sum kristin og vit eru ikki serliga dugnalig til at verða Guðs ambassadørar, sigur hann.
-Í mær sjálvum eri eg sum øll onnur. Men eg havi fingið eitt kall frá Gudi og hesum kalli má eg fylgja. Hetta kall er mong ár gamalt og er eins sterkt enn, og tað taki eg sum eitt tekin um, at Gud vil nakað við mær. Eg vil vekja fólk, eg vil hava tey út úr kirkjunum út á gøturnar at boða guds orð. Kristin skulu ikki bara byrgja seg inni í kirkjunum, sum í eini getto, tey skulu út at gera øll til lærusveinar hjá Gudi.
Óttast ikki
Móses fær ofta hóttanir. Enn tá verður hann hóttur við lívinum.
-Tað ræðir meg ikki, eg havi mítt kall og ongin kann hótta meg frá at boða Guðs orð. Vit kristnu hava stóra makt, eisini politiska. Eitt nú er tað eitt beinleiðis úrslit av okkara bøn til Gud, at Mogens Lykketoft ikki longur er ráðharri í donsku stjørnini. Hann var ein so stór hóttan móti Ísrael, at hann mátti burtur, sigur Móses Olsen..
-Tað verður ongin friður í Ísrael, fyrr enn Jesus kemur aftur og tað verður ongin friður í Ísrael soleingi sum politikkararnir á kós móti Gudi.
Hví berir tú krossin, er hann ikki borin einaferð med alla niðan á Golgata?
-Jú tað er satt. Eg berið heldur ikki krossin í fluttari merking. Eg beri krossin sum reklamu fyri Jesus, at minna á, at hann bar hann einaferð med alla. Hetta er sum við reklamunum um Coka Cola.
-Um eg ikki var kallaður av Gudi, so var eg ein døgnfluga. Eg trúgvi at Gud kallar meg. Eg havi trý H frammanfyri mær í tí dagliga, sum eg ansi eftir. Hovmod, Hor og Håndøre ella pengar. Gerist eg ov stoltur, so eru eg á skeivari leið, felli eg á tí seksuella og drívi hor, so gangi eg frá Gudi, og gerist eg ov grammur eftir pengum, so gloymi eg Gud, sigur Móses Olsen.
-Eg eri komin til Føroyar, serliga at blíva stimbraður av Guds fólki her, føroyingar eru sera trúgvandi og síðan at fáa íblástur til mína djúphugsan í hesi vøkru náttúruni, sigur Móses Olsen.