Bogi Christiansen, sum gjørdist besti føroyingurin í eysturoyarteininum, er nøgdur við kappingina higartil.
- Tá hugsa verður um hørðu kappingina og høga støðið, eri eg nøgdur at enda á fimta plássi. Eg havi ikki vónir um at fáa heiðursmerki, men eg eg satsi uppá at vinna etapur.
Bogi Christiansen er nr. 4 í samlaðu støðuni, men tað er umleið fýra minuttir upp til tríggar teir fremstu. Spurdur, um tað ikki er torført at súkkla móti súkklarum í liðum, sum lesast kann um aðrastaðni í blaðnum, sigur Bogi, at tað harmast hann um.
- Tað er ógjørligt hjá mær sum einstaklingi at súkkla ímóti fýra súkklarum í A bólkinum. Tískil eri eg nøgdur við eitt fimta pláss.
Bogi Christiansen harmast um, at reglurnar undan kappingini ikki vera hildnar, men at hann hóast tað hevur góðar vónir fyri einum góðum persónligum avriki.