Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, er komi undir trýst, eftir at hann í gjárkvøldið segði, at tað kann fáa persónligar avleiðingar fyri pedagogar, um tey lata fólk liggja hjálparleys við vanda fyri at missa lív og heilsu, nú fakfelagið hjá teimum hevur lýst verkfall.
Fleiri fakfeløg hava í dag funnist at útsøgnini hjá Edvardi Heen og víst Pedagogfelagnum sín stuðul. Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, er eisini skelkað av atburðinum hjá stjóranum á Almannaverkinum, men finst eisini at Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, ið ikki hevur viðmerkt støðuna.
- Eg eri skelkað yvir tað, ið Edvard Heen segði í gjárkvøldið. Eg skilji slett ikki, at hansara stjórar góðtaka slíkan atburð. Vit tosa um eina landsstýriskvinnu hjá Javnaðarflokkinum, ið ikki hevur verið úti og viðmerkt, at ein almennur stjóri hóttir starvsfólk á handan hátt. Tað er so øgiliga skelkandi í mínari verð. Eg haldi aldrin vit hava upplivað líknandi fyrr, sigur Óluva í Gong.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktararfelagið og Heilsuhjálparafelagið hava annars í dag sent Fíggjarmálaráðnum og Almannaverkinum eitt skriv, har tey harðliga finnast royndini hjá teimum at gera eina nýggja vaktarskipan innan Almannaverkið, soleiðis at limir hjá teimum trimum fakfeløgunum koma at røkja verkfalsrakt arbeiði.
Í brævinum verður víst á, at slíkt ikki er í samsvar við galdandi sáttmálar hjá øllum trimum fakfeløgum, ið staðfestir, at ein broyting í vaktarskipanini má gerast við fýra vikur freist.
Sambært Óluvu í Gong, so hava fleiri teirra limum longu upplivað, at tey verða biðin um at røkja verkfalsrakt arbeiði.
- Man roynir at umleggja vaktirnar, soleiðis at man kann brúka okkara limir til at taka tær vaktirnar, ið pedagogarnir annars hava í Almannaverkinum, sigur Óluva í Gong, og leggur afturat.
- Hetta er ein ódámlig støða, tí fólk verða so ótrygg. Serliga aftaná tað, ið Edvard Heen segði í gjárkvøldið. Fólk verða bangin av at hoyra slíkt. Eg skilji slett ikki hvussu vit eru endaði í hesi støðuni. Vit kunna ikki góðtaka slíkt.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gjørdi longu fríggjadagin greitt, at tað noktar sínum limum at átaka sær verkfalsrakt arbeiði.