Eg eri tvørur, tí hetta er umráðandi fyri meg

Eg vil, at børnini ikki bert skilja men eisini tosa móðurmálið.

Tað eru fleiri enn 1400 fólk í føroyum við øðrum enn føroyskum uppruna. Nógv av teimum eru gift føroyingi, og hava familju í føroyum. Hesi børnini í familjunum vaksa ofta upp við tveimum ella fleiri málum í gerandisdegnum.  

 

 

Í grein í Sosialinum, sum verður á gøtuni fríggjamorgunin, hava vit hava tosað við tvær familjur har pápin avikavíst er úr Indonesia og Argentina, og teir siga báðir, at tað er umráðandi at børnini tosa móðurmál teirra væl og virðiliga, tí tað knýtir tey tættari saman at tosa á móðurmálinum. Eisini vigar tað nógv, at børnini fáa samskift við familuna, sum ikki er í føroyum, á móðurmáli teirra. 

 

 

Eisini er samrøða við Karolinu Matras, Cand.pæd.psych. námslektari í sálarfrøði og mál- og lesimenning á Setrinum, sum millum annað sigur, at tá tvey mál verða nýtt heima er ágóðin fyrst og fremst, at barnið lærir málið hjá báðum foreldrunum, men eisini alla mentanina, sum fylgir við at duga málini.

 

 

-Bæði málið hjá mammuni og pápanum eru botnurin í menningini av identitetinum hjá barninum, og tí sera grundleggjandi fyri persónligu menningina. Hetta er ein stór avbjóðing og tí er leikluturin hjá næstu familjuni sera týdningarmikil í hesi tilgongd, sigur Karolina Matras. 

 

Les meir í Sosialinum, sum er í sølubúðunum fríggjamorgunin.