Tað munnu vera fáir føroyingar, sum ikki kenna James Olsen. Hann hevur verið ein almennur persónur í mong ár, bæði sum tónleikari og sum radiovertur. Nú er hann eisini festival-fyriskipari.
Ógvuliga nógv kenna hann frá at hava sæð hann einaferð, tí hann var ein imponerandi sjón, stutt sagt ein persónur, tú ikki gloymdi aftur. Men James Olsen var eisini kendur fyri at hoyra til teir tungu dreingirnar, og tað hevði hann tað ikki so gott við. Ikki tí hann hevði nakað ímóti at vera tungur, men til endans gjørdist tað ov nógv.
- Til endans byrjaði tað at ganga út yvir knøini. Eg hevði eisini svøvntrupulleikar, og seks tey seinastu árini undan skurðviðgerðini svav eg við einari iltmasku. Eg orkaði einki, og setti eg meg niður, sovnaði eg, hevði snøgt sagt onga energi. Eg hevði narkolepsi ella svøvnapnø, sum tað eisini eitur, sigur James Olsen.
Tað eru fleiri føryingar, sum líða av hesum fyribrigdi, men tað hjálpti so einki upp á støðuna hjá James Olsen.
- Eg royndi ymisk slankievni, men einki hjálpti. Eg royndi vægtvogterne eina tíð, men hóast eg tá tapti meg 30 kilo, so fór meginparturin av tíðini við at fyrireika máltíðirnar, og tað eri ikki akkurát eg, sigur James Olsen.
Men sjálvt um hann tá tapti 30 kilo, so tók hann onnur 50 kilo upp á, tá hann gavst við kurinum.
- Trupulleikin var ikki at tapa seg. Trupulleikin var at halda vektina niðri, sigur James Olsen.
Hoyrdi um Noregi
Men so hendi tað, at hann hoyrdi um føroyingar, sum fóru yvir til Noregi at leita sær hjálp, tí teir vóru ov tungir.
- Eg helt, at tað ljóðaði áhugavert, so eg fór at leita á netinum fyri at finna fleiri upplýsingar um hetta. Eg hevði jú áður roynt bæði kostráðgeva og alt, og einki hjálpti, sigur James Olsen.
Hann gjørdi so av at royna hetta og fór tí beina leið til Torbjørn Olsen, ein gamlan tónleikavin, sum nú er yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.
- Tað gingu ikki meiri enn fimm minuttir, so stóð eg á listanum yvir fólk, sum skuldu hava hesa skurðviðgerðina, sigur James Olsen.
Tað gingu so fýra mánaðir, so átti hann tørn at fara yvir til Noregis at fáa gjørt skurðviðgerðina.
- Tað er ein íslendingur, Hjørtur Gislason, sum stendur fyri hesum. Talan er um eina privatklinikk, og hann hevur ein føroying, Heðin Jacobsen, sum hjálparmann. Felagið eitur Aleris, og teir hava gjørt einar 1800 skurðviðgerðir av hesum slag, sigur James Olsen.
Saman við fýra øðrum føroyingum kom hann so til Noreg ein hósdag, og tann dagurin saman við fríggjadegnum fór við at fáa kunning um tað, sum skuldi henda.
- So var vikuskifti, og mánamorgunin fóru vit øll fimm so undir knívin. Vit vóru tikin rað á rað, og longu á miðddegi høvdu vit øll fimm fingið okkara skurðviðgerð, sigur James Olsen
Upp á »smalkost«
- Tað gekk soleiðis fyri seg, at eg var lagdur á eitt borð akkurát sum ein krossur, við ørmunum útstraktum. Har varð eg so bundin niður. Beint áðrenn skurðviðgerðina fuku tankarnir gjøgnum høvdið á mær. Var hetta nú rætta avgerðin? Eg sá alt lívið fara framvið í einum flashi, sigur James Olsen.
Men sjúkrasysturin bað hann bara slappa av, og skjótt var hann burtur í dreymaverð.
Skurðviðgerðin gongur soleiðis fyri seg, at tað verða skornir tveir metrar av tjúkktarminum burtur, so bara tað ovasta er eftir, og so verður sett saman aftur við tunntarmin.
- Tað gjørdist ein stríggin tíð. Tær fyrstu fimm vikurnar mátti eg bara eta súpan við ongum sum helst í, sigur James Olsen.
Men hóast tað, so var hetta eingin trupulleiki, og skjótt byrjaði kilo’ini av rapla av honum.
- Hetta er ein skurðviðgerð, sum er púra vandaleys. Eg kenni so ongan, sum er deyður av hesum, og bert í onkrum einstøkum føri hevur tað verið minni væl eydnað, men tá varð viðkomandi skorin um aftur, og síðani hevur alt verið gott, sigur James Olsen.
Sum ein annar maður
Hann sigur, at øll, sum hann kennir, ið hava verið ígjøgnum hetta sama sum hann, hava tað ordiliga gott í dag, og eini 20 fólk, sum hava fingið hesa skurðviðgerðina, hittast javnan til eina hugnaliga løtu.
- Eg má siga, at eg ongantíð havi havt tað betri í lívinum. Alt er lættari nú, og eg kann so ómetaliga nógv meiri nú, enn eg kundi áðrenn skurðviðgerðina, sigur James Olsen.
Og lættari er James.
- Eg havi tapt meg 80 kilo frá tí, eg vigaði mest. Nú gongur sjálvandi eitt sindur spakuligari við at tapa meg, enn tað gjørdi at byrja við, men tað er einki at ivast í, at hetta hevur broytt mítt lív fullkomiliga, sigur James Olsen.
Tað var ikki bert tyngdin, sum varð ávirkað at skurðviðgerðini, har fylgdi so ómetaliga nógv annað við.
- Eg slapp av við itlmaskuna beinanvegin, og hartil slapp eg av við diabetis tvey sjúkuna, sum eg annars havi havt at dragast við, sigur tónleikarin.
Hann veit annars um fólk, sum eru farin gjøgnum hesa skurðviðgerðina, og eru sloppin av við skavankir, tey hava havt.
- Eg veit um fólk, sum eru sloppin av við bæði astma, podagra og fleiri aðrar sjúkur. Og so sjálvandi eisini svøvntrupulleikar, sigur James Olsen.
Tað er vorðið sera væl umtókt at gera hesar ferðirnar til Noregs at fáa hesa skurðviðgerðina, og bíðirøðirnar eru langar. Men samstundis hevur landið smekkað lokið á kassan, og í dag sleppa bert einir 20 føroyingar um árið at fáa hesa skurðviðgerðina »upp á landsins besta«.
- Tað kostar einari 140.000 krónur at fáa hesa viðgerðina, men tað ber eisini til at fíggja hana sjálvur, og tað kann gerast fyri 65.000 krónur í Týskalandi, sigur James Olsen.
Fyribils fegnast hann um, at hann tók røttu avgerðina í fjør, tí í dag kennir hann seg sum ein heilt annan mann.