- Eg havi ongantíð keypt jólagávur

- Jólini hava stóran týdning fyri okkum øll, tí vit hava øll brúk fyri at vera saman við familjuni í friði og náðum, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

 

- Eg trívist bara betur og betur í starvinum sum borgarstjóri, sigur Karl Johansen.

Hvar og hvussu verða jólini hildin í ár? 

 

- Jólini hjá mær verða sum altíð hildin heima við hús saman við konu, børnum, svigarbørnum og abbabørnum. 

 

Tað sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

 

Hann vísir á, at hóast hetta verða fyrstu jólini hjá honum sum borgarstjóri, verða jólini ikki øðrvísi enn onnur ár. 

 

- Vanliga verður farið í kirkju jólaaftan, og so hugna vit okkum heima. Eg tendraði jólatræið í Ánunum hin 29. november, og tað er einasta uppgáva higartil, sum mær hevur verið áløgd sum borgarstjóri í samband við jólini í ár. 

 

Hvussu hevur tú trivist í starvinum sum borgarstjóri?  

- Eg má siga, at eg trívist bara betur og betur í starvinum sum borgarstjóri. Eg havi fingið sera góða móttøku frá øllum - uttan at nevna nakran úr rúgvuni, sigur Karl Johansen.

 

Keypir tú jólagávur?   

 

- Eg havi ongantíð keypt nakra jólagávu. Ta uppgávuna lati eg til konuna, og so plaga døturnar at hjálpa mær við at finna jólagávuna til konuna. 

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?   

 

- Jólini hava stóran týdning fyri okkum øll. Vit hava øll brúk fyri at vera saman við familjuni í friði og náðum. 

At enda ynskir Karl Johansen øllum, bæði á sjógvi og landi, eini gleðilig og friðsæl jól.

 

- Eg trívist bara betur og betur í starvinum sum borgarstjóri, sigur Karl Johansen.