– Eg hevði atkvøtt fyri málinum um sammøður

Tað sigur varafólkið hjá Helga Abrahamsen í Løgtinginum, sum tó ikki sleppur at møta á Løgtingi, meðan Helgi Abrahamsen er á Fólkatingi

– Nei, eg eri ikki boðsend at koma á ting. Í øllum førum ikki enn.

 

Tað sigur Eyðdis Hartman Niclasen, sum er næsta fólk á listanum hjá Sambandsflokkinum, og sum hevði møtt á tingi, um Helgi Abrahamsen fór í farloyvi fyri at røkja fólkatingsstarvið.

 

Vit ringja til hennara, tí Sambandsflokkurin nú seinnapartin hevur boðað frá, at Edmund Joensen fer í farloyvi í Fólkatinginum, og at Helgi Abrahamsen fer at møta fyri hann hesa tíðina.

 

Men Helgi Abrahamsen sigur, at hann fer ikki í farlloyvi úr Løgtinginum, hóast hann fer á fund í Fólkatingum. Tí fer sessurin hjá Helga Abrahamsen at standa tómur í Løgtinginum á næstu tingfundunum. Helgi Abrahamsen sigur, at hann veit ikki, hvussu leingi Edmund Joensen verður í farloyvi, men at tað altíð eitur »í minsta lagi átta dagar«.

 

Fólkatingsmenn boða sjálvir Fólkatinginum frá, tá teir taka sæti aftur.

 

Men hví tekur tú ikki farloyvi úr Løgtinginum, tá tú skalt møta á Fólkatingi?

 

– Tað er tí, at tað hendir ikki nakað støðum í senn. Fundur verður í morgin og hósdagin. Eg komi heim hóskvøldið. Tað er óvist, hvussu verður í næstu viku, sigur Helgi Abrahamsen.

 

Løgtingsfundur er í morgin klokkan 13.

 

Men tað sum kundi hent, um Helgi Abrahamsen fór í farloyvi úr Løgtinginum var, at málið um sammøður kundi verið samtykt – sjálvandi um tað kom á skrá, meðan Helgi Abrahamsen var á Fólkatingi.

 

Men Eyðdis Hartman Niclasen er púra greið í sínum máli.

 

– Øll vita, hvat eg haldi um hatta málið. Eg hevði við 100 prosent vissu atkvøtt fyri, sigur hon.

 

Og hon hevði hugsað tankan, nú hon hoyrdi, at Helgi Abrahamsen fór á Fólkating.

 

– Eg eri av øðrum ættarliði og uppvøkstri. Í mínari verð er hatta bara ein avgreiðsluspurningur, sum sjálvandi skal greiðast, hatta eru bara grundleggjandi mannarættindi, sigur Eyðdis Hartman Niclasen.

 

Og tað stendur nógv upp á spæl hjá samgonguni við hesum málinum frá andstøðuni. Higartil hevur bara Johan Dahl í samgonguni boðað frá, at hann fer at taka undir við málinum. Kaj Leo Holm Johannesen hevur eisini boðað frá, at hann er fyri málinum, men hann hevur sum landsstýrismaður ikki atkøvðurætti í tinginum. Og næsta fólk á listanum boðar nú frá, at hon hevði tikið undir við málinum, um hon slapp á ting fyri Helga Abrahamsen.

 

Men alt bendir á, at samgongan vinnur á andstøðuni í hesum. Tí alt snýr seg um at steðga øllum nýggjum rættindum til samkynd. Fáa samkynd nøkur rættindi undir hesum landsstýrinum, so fellur samgongan. Hesum hevur Miðflokkurin boðað frá.