- Eg hugsaði tankan um el-bil

Tema um bilar: - Tað fer neyvan at ganga nógv ár, áðrenn eingir bensin-og diesel bilar verða á føroysku vegunum, sigur umhvørvismálaráðharrin.

 

 

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnu-og umhvørvismálum, hevur seinastu 12 árini koyrt í einum Suzuki Liana, men fyri nøkrum vikum síðan gekk bilurin fyri, eftir at hava koyrt 355.000 kilometrar.

- So, nú havi eg keypt mær ein nýggjan bil, og valið fall av góðum royndum aftur á ein Suzuki, hesaferð ein S. Cross við bensin-motori.

Helgi Abrahamsen sigur, at hann hugsaði tankan um el-bil, men noyddist at viðganga, at hann ikki hevur álit á, at hesir bilarnir eru blivnir nóg góðir enn, tó at hann ikki ivast í, at tað bara er ein spurningur um tíð.

- Hybrid-bilar kenni eg ov lítið til, sigur landsstýrismaðurin.

Hann væntar ikki, at tað fara at ganga so mong ár, áðrenn eingir bensin-og diesel bilar verða á føroysku vegunum. - Nær tað verður, veit eg ikki, men eg kenni meg vísan í, at mín næsti bilur verður hvørki bensin ella diesel, sigur Helgi Abrahamsen.