Eg kláraði ikki at telja fingrarnar á hondini

SÁLARVEIKUR: - Eg havi verið heilt harúti, har sum krákurnar venda. Eg kláraði ikki eingang at telja fingrarnar á hondini, so ringt er tað at vera depressivur, sigur funningsmaðurin John Reynbú, sum hevur verið sjúkur í meiri enn 30 ár, men hevur í dag eitt gott lív. – Tað er sjálvandi ringt at spáa, men havi tó gott mót uppá framtíðina. Hinvegin so er ikki nógv eftir av framtíðini hjá mær: Eg eri skjótt 60 ár, og um 10 ár eri eg 70 og ein lutvíst gamal maður. Hatta er bara veruleikin, og tí má eg bara brúka sum mest av tíðini til tað sum hevur mín áhuga.

Funningur: - Eg dugi so illa at siga frá, júst hvussu eg hevði tað, tá eg var mest depressivur. Men tá tú ikki dugir at fáa 2 + 2 til 4, so skilir tú, at her stóð ikki væl til, greiðir John Reynbú frá.

Hann hevur eina rættiliga langa søgu sum depressivur sjúklingur, tí seinastu mongu árini hevur hann við millumbilum ligið bakk í so máta.

Hóast góða medisinska viðgerð og onnur tilboð um viðgerð, kann hann í dag staðfesta, at sjúkan er komin fyri at vera.

- Skal eg vera heilt erligur, so eri eg alla tíðina undir linjuni. Eg havi mínar góðu periodur, sjálvandi tað – men eg eri komin til sættis við meg sjálvan um, at soleiðis er tað bara og soleiðis fer tað bara at verða.

- Eg blívi nokk ongatíð øðrvísi, sigur hann og festir sær aftur í sigarettina, sum var sløknað meðan hann íðin greiðir frá sálarligu støðu síni.

Ein góður mikudagur er upprunnin. Veðrið er gott, vár er í luftini og náttúran byrjar at blóma. Og dagurin verður haraftrat longri og ljósari.

- Veðrið hevur verið sera ringt í vetur, men tað hevur, so løgið tað enn ljóðar, ikki ávirkað meg stórvegis. Nú gleði eg meg til at njóta summarið, Funningsfjørð og aldudunið her, beint uttanfyri hjá mær.



Risti sjúkuna av mær

Í einum gomlum sethúsum niðarlaga í Funningi býr tann nú 59 ára gamli John. Her skipar hann sín gerandisdag, sum oftast í einingi, men av og á kemur ein maður úr bygdini inn á gátt til eitt prát.

Hann hevur góða tíð at hugsa um lív sítt, samstundis sum hann drekkur kaffi, roykir sær nakrar sigarettir, ansar kettuni og heldur hús. Soleiðis var ikki altíð, tí tað vóru tíðir, tá John hevði fast arbeiði og inntøku.

- Eg dugi ikki rættiliga at greiða frá, nær tað depressiva av álvara byrjaði at gera um seg. Men longu tíðliga í 80’unum merkti eg, at eg gjørdist alt meiri og meiri depressivur, greiðir hann álvarsamur frá.

Hetta merkti sum vera man dagliga yrki hansara, men John bardist og stríddist ímóti sjúkuni so frægt sum hann kundi og so leingi hann orkaði. Ella sum hann tekur til á sín serstaka hátt: - Eg risti sjúkuna av mær, og kundi sostatt halda meg frískan rættiliga leingi, hóast alt.

Soleiðis gingu tey næstu 10 árini so nøkurlunda við upp- og niðurtúrum. Men so upprann dagurin, tá hvørki sál ella likam hansara orkaðu meiri, og hann varð innlagdur á Psykiatrisku Deild 2 á Landssjúkrahúsinum.

- Hetta var ein forferdilig tíð, minnist John afturá. – At hugsa sær til, at eg ikki so frægt sum kundi telja til fýra.



Lirka sær eitt lív til

Áðrenn innleggingin á Deild 2 gjørdist veruleiki, mátti John gjøgnum eina sera strævna tíð.

Hann hevði ringt við at taka seg saman um nakað; tær smáu bagatellirnar kundu gerast til stórar elefantar, og so líðandi fóru eisini kreftir hansara at ganga undan. Men tað stóra útslagið var, tá ólag kom á svøvnin.

- Ja, eg fekk ikki svøvn í eyguni, tá eg legði meg at sova. Og soleiðis fór alt meiri og meiri út av lagi í mínum lívi. Tað vísti seg hjá mær, sum hjá so mongum øðrum depressivum, at tú ert ringast fyri um morgunin og nakað út á dagin, men at tað so lætnar út á kvøldið.

- Hetta kann ein kanska liva við, men so kemur trupulleikin, tá tú so skalt fara til songar á kvøldi. Tá ert tú so mikið væl fyri, at tú hevur ikki rættiliga hug ella sinni at leggja teg, tí tú nú endiliga hevur eina góða løtu, greiðir John frá.

Men hann er ikki liðugur at greiða frá støðuni: - Tí, sært tú. Hesar løturnar eru so fantastiskar, tí nú kann ein brádliga byrja at leggja ætlanir fyri morgindagin. Men tja, eg veit ikki - líka so ofta endar ein kortini aftur í sama svarta holi, og kemur ikki úr stað.

Fyri ein vaksnan mann er hetta einki lív, og hann hevur tí mangan sett sær spurningin, hvat eitt normalt lív er.

- Men sum tíðin gongur, lærir ein at fylgja sjúkuni upp, ella hvussu ein nú skal siga tað. Eg veit ikki, hvussu eg skal forklára tað, men eg royni í øllum førum at lirka mær eitt nøkulunda normalt lív til.



Doyggja av sjúku

John Reynbú er ikki einsamallur, tá talan er um depressiv fólk.

Hesi fólkini vita alt um, hvussu døgnrútman er broytt; hvussu bundin tey eru av at taka heilivág hvønn einasta dag, og hvussu ringt tey hava tað, tá tey eru longst niðri.

- - Man kann ikki rættiliga forklára hetta fyri fólki. Man kann sjálvandi yvirliva undir slíkum umstøðum, men man kann so sanniliga eisini doyggja av tí, slær hann fast. – Nógv orka simpelthen ikki meiri, tí trupulleikarnir vaksa teimum upp um høvdið, og tá kann tankin so skjótt koma, at ein bara vil sleppa sær burtur úr øllum hesum.

- - Eg veit um nógv, sum simpelthen stilla kalesjurnar av hesi orsøk, og gera so stutta prosess og so er alt liðugt.

- Eg havi eisini verið heilt harúti sum krákurnar venda, men eri so altíð komin livandi aftur hagani. Eg haldi at eg eri betri við lívið enn so. Men innanífrá skilji eg væl hesi fólkini, sum eru heilt harúti í togunum. Tá eru tey farin so langt út, at eingin útvegur var at hóma beint tá.

- - Tað ringasta er, at ein sær ikki altíð á fólki at tey eru depressiv í tí dagliga. Men tá so tað ógvusliga hendir tá spyrja fólk hví tað hendir. Tað er næstan so sum orðatakið sigur, - at eingin kennir mein í annan mans bein. 















-

Munur á depresjón

Sum ein maður, ið hevur stríðst við slíka ógvusliga sálarsjúku sum depressjón leingi, veit John Reynbú alt um, hvat hon inniber og hvussu hon fer við fólki.

John er tó sannførdur um, at hann skilir væl at fólk ikki heilt kunnu fata, hvussu henda sjúkan fer við fólki og hvussu ringt tey í roynd og veru hava tað.

- Tá ein hoyrir prátið manna millum í dag, so verður ofta tikið til, at tey eru deprimerað, hava ein ringan dag ella kanska hava ein niðurtúr.

Fyri 59 ára gamla funningsmannin er sera stórur munur á at vera deprimeraður og tað at vera depressivur. Báðar sjúkurnar eru ógvusligar í sjálvum sær, men tað er kortini munur á.

- Tað má næstan upplivast at vera so depressivur sum eg havi verið. Tað kann næstan ikki forklárast við orðum.

Hinvegin kann hann so gleðast um hvønn tann einasta góða dag – sum hesin mikudagurin í farnu viku, tá umboð fyri tíðindatænastuna vitjaði í Funningi.

- Hesin dagurin er sera virðismikil fyri meg. Tað kann ikki beskrivast, hvussu gott tað er at hava ein slíkan góðan dag. 













Gleði meg til skeiðið

Aftur í ár skipa Stuðulstænastan hjá Nærverkinum og Føroya Fólkaháskúli fyri háskúlaskeiði fyri fólk við sálarligum órógvi. Skeiðið verður í døgunum 18. til 27. apríl.

Endamálið við háskúlaskeiðinum er, at luttakararnir fáa høvi til at royna seg í ymiskum virksemi undir vardum umstøðum, har dentur verður lagdur á førleikar, heldur enn avmarkingar hjá teimum luttakandi.

Á skránni eru millum annað bindi-, glas-, smíð- og leirverkstaðir umframt skriviverkstaður. Eisini eru túrar, svimjing, ríðing, bovling og kvøldsetur á skránni.

- Eg havi verið her tríggjar ferðir áður, og umhugsi at fara aftur í ár. Eg haldi at tað er fantastiskt at kunna koma saman við øðrum sum eru í sama báti sum eg, og sum veruliga skilja ta støðuna sum ein er í.

- Tey behøvast ikki at hava somu sjúkuna sum tú, men tey kenna og vita hvussu tað er at vera sjúkur, og hava soleiðis eina felags grund at tosa út frá.

- Jú, eg gleði meg til hetta skeiðið, sigur John, sum ætlar sær at taka útgerðina at mála við á skeiðið. 













Sum lítið mureldsblunk

John Reynbú hevur mangar góðar gávur. Ein av hesum gávum er at seta saman orð til yrkingar, og sum aftur kunnu gevast út í bók.

Í fjør gav hann út yrkingasavnið “Sum lítið murelds blunk” ið er eitt savn við 21 yrkingum.

- Yrkingarnar tær koma bara til mín, og spyrja meg ikki meg eftir. Fyrst koma tær sum setningar, og so skal eg faktiskt bara byggja brúgvar millum orðini sum mangla.

Eitt dømi um, hvussu hesi orðini finna saman, er yrkingin “Við Kirkjugarð”. Her ljóðar eitt ørindi soleiðis, her heitið á savninum eisini er tikið:

So stutt sum lítið mureldsblunk

kenni eg lívið vara,

um lítla stund so eisini eg

leggist til farnan skara. 





















EINSMALLUR

- At vera depressivur er ein sera einsamøll sjúka. Fólk síggja ikki á tær at tú ert sjúkur og tað er ringt at siga teimum frá, hvussu tú hevur tað, sigur John Reynbú