ÍF
Tað er sjáldan, at tað kemur fyri, at so fínt mál verður skorað, sum tað var, sum Rúni Elttør var meistari fyri í Fuglafirði sunnudagin.
Hatta var vorðið sum mál?
- Ja, eg haldi, at eg rakti bóltin orduliga væl, og at tað var nógv ferð í skotinum. So tað var orduliga deiligt, men eg veit satt at siga ikki sjálvur, hvussu eg bar meg at, so tað má eg hyggja væl eftir, tá ið málið fer at verða víst í sjónvarpinum, sigur fegni málskjúttin. Í fjør skoraði hann fýra ferðir, men hetta var fyrsta málið hjá honum í hesum kappingarárinum.
Tað hevur gingið væl hjá tykkum í fyrsta partinum av kappingini?
- Hetta er heilt hugaligt, og vit hava gott mót. Munurin millum í fjør og í ár er tann, at nú eru vit fleiri í kappingini um plássini. Tað hevur við sær, at tað ikki merkist so væl, sum tað gjørdi í fjør, um ein ella tveir spælarar eru burturi frá, tí teir eru skaddir ella leikbannaðir.
Hvussu verður nú?
- Í fyrstu atløgu eru vit sera spentir upp á fjórðingsfinaluna í steypakappingini, sum vit skulu spæla í Gundadali móti HB hósdagin. Vit trúgva upp á, at tað kann lata seg gera, og vit trívast væl við, at talan er um stóra avbjóðing, sigur klaksvíkiungurin, sum áður eisini hevur verið í B36, og sum sunnudagin skoraði fantastiska sigursmálið í Fuglafirði.
Skulu vit rokna við fleiri sovornum málum í ár?
- Tað verður sagt, at sovorðið eydnast bara eina ferð av hundrað ella færri ferðir enn so. Men eg fari at royna, um møguleikin verður til tað, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at eydnast!