- Eg skal verða partur av liðnum

Í dag var tað almannakunngjørt, at føroyski landsliðsspælarin Jón Rói Jacobsen næstu trý árini skal spæla við danska superliguliðnum AaB í Aalborg. Sjálvur sigur Jón Rói, at hann ætlar sær sum skjótast at gerast partur av besta liðnum hjá AaB.

Fótbóltsútiseti

Á tíðindafundi í Føroya Sparikassa yviri við Strond í dag vóru tíðindini um skifti hjá Jón Róa Jacobsen til AaB, sum vit høvdu í blaðnum í gjár, endaliga almannakunngjørd. Føroyski landsliðsleikarin hevur skrivað ein trý-ára sáttmála við felagið, sum eisini hevur Súna Olsen í hópinum.

Frem vóru trekir at sleppa Jón Róa
Umboðsmaðurin hjá Jón Róa Jacobsen, Jákup í Stórustovu, greiddi á tíðindafundinum frá, at AaB í eini tveir til tríggjar mánaðar hevur sýnt Jón Róa sera stóran áhuga. Men av tí at gamla felagið hjá Jón Róa, Frem, ikki hevur havt serliga góðan hug at sleppa føroyska verjuálitinum, hava samráðingarnar um eitt møguligt skifti verið rættuliga drúgvar. Í farnu viku komu feløgini tó ásamt, og tað gekk skjótt hjá Jón Róa og AaB at finna semju um tey persónligu viðurskiftini í sáttmálanum hjá føroyska landsliðsmanninum.
- Tað vóru fleiri feløg, ið vóru áhugaði í Jón Róa, men AaB var mest ítøkiligt, og tí fall valið á júst teir, greiðir umboðsmaðurin, Jákup í Stórustovu, frá.

Stórt stig
Sjálvur dylur Jón Rói Jacobsen ikki fyri, at hann allatíðina hevur havt sum mál at koma aftur í superliguna at spæla. Sum tey flestu óivað vita, so fekk føroyski landsliðmaðurin nakrar dystir á besta liðnum hjá Brøndby, áðrenn hann fekk ein álvarsligan skaða í knæið, sum forðaði honum í at spæla fótbólt í okkurt um eitt ár.
- Eg var ongantíð í iva um at taka av, tá ið AaB kom við einum tilboði. Eg vildi aftur í superliguna, og AaB er eisini eitt felag, sum vanligani er við í ovaru hálvu í superliguni, og tað ger tað eisini lættari at skifta. Var talan um eitt botnlið, so hevði kanska hugsað meg eitt sindur longur um. Tað er eitt stórt stig at taka, men eg trúgvi upp á tað, sigur Jón Rói Jacobsen, sum væntar, at tað verður lættari at falla til í AaB, nú ein annar føroyingur er í felagnum.
Verjuspælarin, sum í AaB hevur fingið tillutað troyggjuna við nummar fimm á bakinum, sigur, at málið hjá honum er sum skjótast at gera ein fastur partur av besta liðnum hjá AaB.
Jón Rói Jacobsen, sum í løtuni er heima í jólafrí, fer aftur til Danmarkar 2. januar, og tá fer hann beinleiðis til Aalborg, har hann skal til eina læknakanning, áðrenn sáttmálin verður endaliga undirskrivaður. Síðani gongur leiðin aftur til Keypmannahavnar, har hann skal siga farvæl við gomlu liðfelagarnar í Frem.
- Tað verður ringt at siga farvæl við Frem og Keypmannahavn, tí eg havi havt tað ótrúliga gott. Eg havi trivist serstakliga væl í Frem og havi nógv vinfólk í danska høvuðsstaðnum, sigur Jón Rói Jacobsen.
Men eftir nýggjár gongur leiðin hjá teimum trimum, Jón Róa sjálvum, unnustuni Súsonnu og 3 ára gomlu dóttrini Silju til Aalborg.