Vit hava nærum øll sæð tað: Botna eina øl, tak film av hesum, og legg tað út á facebook. Nevn síðani trý nøvn, ið øll skulu gera tað sama innan 24 tímar. Gera tey ikki eftir boðum, skulu tey rinda ein ølkassa til viðkomandi. Hetta er tað, ið nevnt verður ein ´neknominatión´. Hesum tímur Elin Maria Olsen ikki at taka lut í.
- Eg tími ikki at drekka øl fyri opnum skermi, sigur unga kvinnan av Streymnesi, ið er búsitandi í Herlev, har hon lesur til lærara.
Elin Maria Olsen hevur tó luttikið í neknominatiónini. Hetta er tó ein øðrvísi útgáva, enn tey flestu hava sæð á facebook.
Neknominatión rørsla millum skótar
Skótarørslan hevur eisini tikið neknominatiónina til sín. Tó er hetta í einum øðrum hami, sigur Elin Marita Olsen.
- Tað er øgiliga einfalt: Legg eina mynd út av tær sjálvum, har tú ert í einum skótaturriklæði, og mæl síðani trimum øðrum at gera tað sama. Størsti munurin er tó, at mann ikki skal rinda nakað, um mann ikki ger tað, sigur Elin Marita Olsen.
Skótarørslan, ið kom undan kavi í 1907 í Onglandi, hevur nøkur grundvirðir, ið taka støði í at hjálpa ungdóminum við at fullgera teirr evnir fysiskt, intellektuelt, sosialt og andaligt. Í skótaheiminum kann neknominatión við øl tískil tykjast sum nakað, ið stríðir móti grundvirðunum hjá skótunum. Elin Maria heldur tó ikki, at tað liggur so nógv í skóta-neknominatiónini.
- Eg haldi, at tað snýr seg um av vísa, at mann er errin av at vera skóti. Og kanska eisini fyri at vísa, at mann heldur, at tað er langt úti at mæla fólki til at botna eina øl á facebook, sigur Elin Maria Olsen.
Hon hevur longu fingið tríggjar skóta-neknomineringar.
- Eg haldi, at tað er deiligt, at okkurt gott kann sprettast úr hasum láturliga spælinum, sigur Elin Marita Olsen at enda.